Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland liggur mest sum í stað og fer av og á at senda brúgvaløg inn yvir Føroyar. Í morgin og ovurmorgin fer eitt nýtt djúpt lágtrýst at flyta seg úr Atlantshavinum móti Írlandi og síðani í ein norðan móti Skotlandi.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt æl og hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Fyrst ælaveður, men sum frá líður sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.
Fríggjadagin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men eisini møguliga sólglottar. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Leygardagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 3 til 8 m/s. Skýggjað og okkurt æl, men um dagin møguliga sólglottar. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um 10 stig, um náttina niður í 7 stig.