Regnaði við reyðum

Ikki færri enn fýra mans fingu reytt kort, tá tað loksins eydnðiast sumbingum at halda fast um eina leiðslu


 

LÍF-Sumba 2-3 (0-2)

2. deild


Hóast teir í fleiri dystum hava verið sera nær við, so hevur kappingarárið hjá Sumba enn ikki hilnast nakað serligt. Liðið, sum ætlaði sær ein leiklut í oddinum, hevur havt sera lítla úrtøku, men møguliga kom vend í, tá teir mánadagin vóru í Leirvík. Her eydnaðist tað nevnliga sumbingum at vinna, hóast teir eins og fleiri ferðir áður mundu tveitt sær stigini burtur enn einaferð.


Høvdu tamarhald á

Fyrra hálvleik var tað Sumba, sum stýrdi tí mesta, og tað vóru eisini teir, sum fingu málini.

Tað fyrra kom um miðjan hálvleikin, men upprunastøðan sá ikki út til at vera somikið vandafull. Sumba átti fríspark uppi móti miðjum vølli. Úr vinstru sendi Marlon Kjærbo ein skrúvandi bólt móti málinum. Allar helst var hetta ætlað sum innlegg, men bólturin tók beina kós móti málinum, og tá málverjin so royndi at bjarga, var hann óheppin. Bólturin støkk í tværstongina, niður í bakið á málverjanum og so var 1-0.

Seinna málið hjá sumbingum kom eftir innkast í høgru síðu. Bólturin varð sendir til Jan Poulsen, sum sendi víðari til Dánjal Johan Joensen, sum smekkaði til, hart og flatt, uttan møguleika hjá málverjanum at verja fyri.


Mundu mist

Sum omanfyri nevnt, so hevur Sumba seinastu dystirnar havt trupult við at halda fast um eina leiðslu, og soleiðis varð eisini hesaferð.

Innan stutta løtu í seinna hálvleiki hevði LÍF brádliga fingið javnvág í roknskapin. Fyrst varð Jonhard Høgnesen sendir avstað við einum stikkbólti. Vinkulin gjørdist dekan ov spískur, men kortini eydnaðist honum at snara bóltinum framvið málverjanum, og tá Mirek Gill løtu seinni varð sendir púrasta einsamallur avstað, stóð brádliga aftur á jøvnum.

Sumbingar mundu í ondini síggja, hvussu teir mistu dystirnar móti NSÍ og HB, men hesa ferð eydnaðist teimum so at halda fast.

Spakuliga fingu teir aftur yvirtakið, og tveir minuttir fyri leiklok eydnðaist Hans Jacob Thomsen at skora við einum fløtum skoti frá brotsteigarmarkinum.

Seinasta løtan av dystinum gjørdist rættiliga rokmikil, tá ikki færri enn fýra mans fingu reyða kortið. Dómarin, Erling Eysturoy, segði eftir dystin, at har var sum so einki hjá sær at gera, uttan at bíða til menninir skiltust, og so geva teimum ta revsing, sum teir høvdu uppiborna.

Hvussu er og ikki, so tryggjaði Sumba sær við sigrinum, at Skála enn ikki er sloppið heilt einsamal avstað. Fimm stig eru upp í oddin, men við ellivu dystin eftir, er tó ikki óhugsandi, at hetta kann fara at eydnast teimum.


LÍF-Sumba 2-3 (0-2)

0-1: Marlon Kjærbo

0-2: Dánjal Johan Joensen

1-2: Jonhard Høgnesen

2-2 :Mirek Gill

2-3: Hans Jacob Thomsen


Reytt kort: Jonhard Høgnesen & Áslak Jacobsen fyri LÍF og Sólfinn Kjærbo & Trygvi Nielsen fyri Sumba