Reiðarar nøgdir


 

Jørgen Niclasen var í seinastu viku í Íslandi og skrivaði undir sínámillum fiskiveiðusáttmálan millum Ísland og Føroyar. Broytingarnar eru ikki so stórar, men reiðararnir eru nøgdir við sáttmálan.


-Tað nýggja í sáttmálanum er, at nú er onki loft á brosmu innan fyri heildarkvotuna upp á 5600 tons. Hetta gevur betri møguleikar hjá línubátunum, sum nú ikki eru nervaðir av, at kvota er sett á brosmuna. Eisini eru vit fegnir um, at vit varðveittu kalvakvotuna upp á 80 tons. Hon er nóg stór, tí í fjør veiddu vit bert 57 tons. Tveir útróðrarbátar veiddu kalva undir Íslandi í fjør, sigur Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum.


Føroyingar kunnu eisini fiska 10.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi, tá teir fiska lodnu í Eysturgrønlandi og hetta er ein fyrimunur fyri nótabátarnar, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum.