Tórbjørn Jacobsen
Endaspurturin í eini feuilleton hjá Jógvani við Keldu, um turrgelda økismenningar- & útjaðarapolitikkin hjá sitandi samgongu, er skriv frá 12 samgongumonnum og andstøðupolitikkaranum Alfredi Olsen til løgmann, har hesir heita á Sólkongin, um at seta bólk niður, at raka eitt sindur í eldinum hesum viðvíkjandi. Týðiliga kenna teir seg máttleysar og frustreraðar, nú góð trý ár eru farin av valskeiðnum, og valstríðið sjónliga er byrjað. Brævið er um somu leið eitt neyðarróp, ein falliterklering og eitt statement um, at hesir 13 onga ávirkan hava havt á førda politikkin hjá breiðu samgonguni, nú eitt lítið ár er eftir av ferðini.
Eysturoyartingmenninir í samgongu, Andrias Petersen og Kjartan Joensen og andstøðupolitikkarin Alfred á Regni eru í broddi fylkingar í hesum, sum líkist eini tvørpolitiskari paramiliterari fraktión, ið hevur mist alla vón um, at tær vanligu politisku kanalirnar kunna brúkast, í royndini at sæta øllum landinum, táið tað ræður um plaseringina og niðursetuna av almennum stovnum. Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum er eisini partur av fylkingini, saman við sannleikavitninum av Viðareiði. Fólk hava lagt til merkis, at Jørgen Niclasen, í heimsins stytsta lesarabrævi, ímóti Poul Michelsen, eyðmjúkliga og av óvart staðfesti, at hann hevði mist álitið á sítt egna trúvirðið, táið hann í miseydnaðu royndini, at trumfa Poul niður og norður, tók til tað ultimativa vápnið, sjálva basaltsleggjuna, og endurstaðfesti, at danski riddarin Kalsberg hevði váttað alt, sum hann sjálvur hevði roynt at vátta, men sum hann eyðsýniliga ikki heldur at fólkið tekur fyri fult. Tragisk støða fyri ein komandi formann, má sigast, av sær sjálvum at koma sær í eina undantaksstøðu, mótvegis teimum, ið helst skuldu havt álit á aktørunum á politiska pallinum. Eitt slag av harakiri hjá seyrvinginum.
Jógvan við Keldu hevur roynt hendan merkiliga fraktiónspolitikkin áður. Var sjálvur ein partur av útjaðarasamgonuni, sum tað tá varð rópt, og hon eksploderaði og foyktist burtur, táið Jógvan var hin fyrsti sum leyp frá øllum lyftum, táið hann atkvøddi ímóti einum útjaðarauppskotið, sum var felt á Føroya Løgtingi.
At tað ber til við skynsemi, at leggja almennar stovnar aðrar staðir enn í høvuðsstaðarøkinum, er sólskinssøgan: Almanna- & heilsuskúlin á Tvøroyri, eitt gott dømi um. Fyri mína tíð varð avgerð tikin um, at hann skuldi liggja í Havn. Hendan støðan varð broytt, áðrenn nakað starvsfólk var komið inn í myndina, somikið betri bar tað til, men burðurin var tungur at fáa ígjøgnum politisku og umsitingarligu skipanina. Snakk og skriv dugna onki, men bara snildið og politiskt knúgvafeitt. Skal eg heilsa og siga um tað málið.
Strandferðslan sigst vera ella verða flutt, og hóast hátturin er óvanliga klossutur og ósystematiskur, so er tann avgerðin røtt. Og ivaleyst íkomin eftir at Tjóðveldisflokkurin, við Hergeiri Nielsen á odda, hevur lagt fleiri uppskot um hetta fram á ting hesi seinastu árini. Óskiljandi tó, at Føroyar skula vera einasta landið, har tað ikki ber til at flyta stovnar av miðjuni út í økisdeplarnar, uttan at avgerðirnar verða tiknar á miðjari nátt, í náttarinnar skýmd og skotum, tað tykist lítið siviliserað, serliga mótvegis teimum, sum manningarliga eru sjálvur stovnurin.
Hagstovuoddvitin hevði eina áhugaverda greining, í sendingini á 62 stigum norður fríggjakvøldið, um hvussu almennar lønir lutfalsliga verða goldnar kring landið. Eysturoyggin var lakast, og løgið skal tað vera, um ikki Norðoyggjar liggja rímiliga væl fyri, um sjúkrahúsið verður drigið frá. Ein staðfesting um, at økið eystanfyri Sundalagið er toppskorari í privatari uppdrift. Beltið har ketilsdraktirnar og klovstivlarnir husera, cash-kúgvin sum ger, at landið flýtur í mjølk og hunangi. Men harfyri eigur økið at vera javnsettur partur í økis- & útjaðarmenningini, um tær almennu Føroyar fáa tikið seg saman til at gera nakað við málið, sum tó er lítið hugsandi, táið løgmaður hevði mestan hugin at yppa øksl, ella heldur royndi at gera gjøldur burtur úr hesum 13 spillnaknu steggjunum, við Keldumanninum sum ókrýndum konungi og hugsjónarvita, nú teir gjørdu eina seinastu roynd at vekja samgonguleiðaran úr sínum drúgva tornurósusvøvni.
Sum andstøðutingmaður, við at kalla ongari ávirkan á tær avgerðir ið skula takast, um broyting skal koma í almennu javnsetingina í landinum, fari eg tí at gera eina seinastu roynd, at purra landsstýrismenninar út, til at gera eitthvørt við málið, nú tað sær út til at hugurin kanska er størri enn viljin og evnini at taka um rótina á trupulleikanum, og leggja eina ætlan fyri, hvat ið er til ráða at taka.
Bárður Nielsen hevur tikið eina skilagóða avgerð, um at leggja ein Toll- & Skatt sentral í Gøtudali. Ein bregding av deildunum í Klaksvík og Runavík. Møguliga ein bági fyri býirnar báðar, men hinvegin fáa vit ein stovn á miðjuni, sum er væl sterkari enn hesir báðir tilsamans, uppgávur skula sambært landsstýrismanninum flytast úr Havn, harvið verða fleiri størv og tørvur á uppaftur betri kvalifiseraðari arbeiðsmegi. Tað er skilagott av vestmenninginum. Tillukku við tí. Hinvegin er tað mær framvegis ein gáta, at landsstýrismaðurin í mentamálum ikki hevur flutt Stuðulsstovnin inn í Eysturoynna, soleiðsni, sum ætlað var, fyri fleiri árum síðan. Um hann leggur stovnin við skúlan á Kambsdali ella í Runavík, tað skal ikki skilja okkum. Og hví í Guðs garði verður Brandskúlin við Áir ikki bregdaður saman við Trygdarmiðstøðini á Borðoyarvík, umsitingarliga og verkliga?
Til endans í hesum umfari fari eg at ditta mær at koma við á eini áheitan á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø. Flyt Fiskiveiðieftirlitið, ella tað sum Petur Reinert, sáli, setti á stovn sum Vaktar- & Bjargingartænastuna, til Klaksvíkar. Onkrar funktiónir eru kanska tyngri at flyta, men skipini og eftirlitið, og alt tað sum hartil hoyrir, eigur at kunna flytast norður til Klaksvíkar eftir ongari tíð, og restin soleiðis sum tað nú einaferð er praktiskt møguligt, eitt nú MRCC-støðin og Tórshavnar Radio. Upplagt, at hesin stovnurin verður stjórnaður har norðuri frá, og tá er hann í elementinum, har landsins innløga verður skapt. Seti Klaksvík á reyvina á Brimli, Tjaldrinum og Spógvanum og lati hesi skipini, trygdina og eftirlitið hjá okkara havbornu synum, sigla út av vánni, ið liggur so væl fyri í mun til høvuðsressourcuna hjá føroyingum. Ómakað tær ikki við at spyrja hendan óhomogena 13-manna bandan, sum syndrast av fyrsta nosinum, tað vísa royndirnar, um hvat ið er til ráða at taka. Tosa heldur við starvsfólkini og fái semju um eina skynsama loysn. Tak nú við ráðum frá einum, sum hevur roynt slíka atgerð áður. Almanna- & heilsuskúlin er besta dømi um, at alt ber til, um bara vilji, treisknið og avgerðarmáttur hjá øllum teimum impliseraðu virka sama veg, og gingið verður í takt undir sjálvari prosessini, frá tí at avgerðin er tikin og haðartil úrslitið fyriliggur.
Góði Bjørn, bert tú hevur heimildina og bara tú kanst gera tað. Flyt reiðrið hjá Tjaldrinum og Spógvanum og látrið hjá Brimlinum norður til Klaksvíkar, skjótast gjørligt. Ger skjótt av, áðrenn ov nógvir fótonglar verða lagdir innanfyri grindina. Áðrenn fløkja kemur í hugarenslið á m.a. hesum trettan, sum vórðu valdir av fólkinum fyri góðum trimum árum síðani, at hava partsvald í landsins stjórn, men sum ístaðin fyri at tosa við stjórnarleiðaran, Jóannes Eidesgaard, sum teir síggja fleiri ferðir um dagin, nú hava resignerað, og eru farnir at senda skrivlig uppróp til fjølmiðlarnar, fyri at ákalla oddvitan, sum teir sjálvir eru parlamentariska grundarlagið undir. Skilji hann ið skilja vil, hvat ið ríður føroyskum politikki, nú hetta undarliga konglomeratið av eini samgongu syngur sín svanasong. Men Bjørn, megnar tú hetta ikki, so mega klaksvíkingar og onnur bíða hetta lítla ári, sum eftir er av inaktiva samgonguskeiðnum. Tá koma onnur í landsins stýrið, sum fáa sett gongd í økismenningarpolitikkin av nýggjum. Ímeðan øll bíða, mega vit bara ásanna, at eisini á hesum økinum gjørdist hendan samgongan ongantíð annað enn eitt intermezzo, eitt politiskt vacuum. Í hesum sum í m.a. tjóðskaparspurninginum. Eitt svart hol í søguni.