Tað gerst alt meir vanligt, at føroyingar keypa sær stuttleikabátar. Tað skuldi eisini ligið til okkara at balst á sjónum og mongu bátastevnurnar bera eisini boð um, at føroyingum dáma væl at hugna sær í báti.
Nú er so eisini komið eitt føroyskt umboð fyri kendu italsku stuttleikabátarnar, Azimut. Tað er Paolo Vitelli, sum stovnaði fyritøkuna í 1969, og saman við hálendsku skipasmiðjuni, Amerglass, byrjaði hann at byggja hesar stuttleikabátarnar. Hetta samstarvið helt fram til 1985, tá Azimut fyritøkan keypti Benetti skipasmiðjuna.
Fyritøkan hevur alsamt vaksið um útboðið av bátum, og í dag byggir Azimut 17 støddir av fly-bridge bátum og fimm støddir av opnum bátum. Í fly-útgávuni fært ú bátar úr 39 fót heilt upp í 116 føtur. Opnu bátarnir fáast úr 43 fót upp í 103 føtur.
Tað er Petur Holm, fyrrverandi stjóri í Kaupthing, sum nú hevur fingið einaumboð fyri Azimut bátarnar í Norðurhøvum, tað vil siga Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
- Tað verður kanska einahelst 39 fót flybridge bátarnir, sum hava áhuga millum føroyingar. Teir eru ógvuliga snøggir og ikki so dýrir. Teir fáast fyri umleið 2,7 milliónir krónur umframt mvg, sigur Petur Holm, stjóri á Melfar Marine Motoryachts.
Báturin hjá Peturi Holm sjálvum er ein Azimut 43S, sum er ein sonevndur opin bátur. Hann er, sum navnið sigur, 43 føtur langur og hevur tvær Volvo Penta motorar sum hvør hevur 435 hestar. Skipasmiðjan sigur bátin hava eina mestu ferð upp á 33-34 míl, men Petur Holm sigur, at hann á túrinum úr Danmark til Føroya fekk hann heilt upp á 38 míl. Báturin kostar uttan eyka útgerð 4.050.000 krónur, og við teirri eykaútgerð sum er umborð á bátinum hjá Peturi Holm, kostar hann 4,7 milliónir krónur umframt mvg.
Sum nevnt byggir Azimut bátar heilt upp til 116 føtur, og tann dýrasti báturin, sum Petur Holm veit um er seldur av hesum slagnum, kostaði 75 milliónir.
- Men tað verður helst ikki so nógvir av tí slagnum seldir í Føroyum, sigur Petur Holm.
Umframt at hava umboð fyri bátarnar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, umhugsar Petur Holm eisini at selja Azimut aðrastaðni.