René er á veg til Íslands

Vánir eru fyri, at ein føroyskur landsliðsspælari aftrat fer at spæla í bestu íslendsku deildini

Tað kann væl vera, at ein føroyskur landsliðsspælari aftrat fer at spæla fótbólt í bestu íslendsku deildini.

René S. Joensen er á veg til Íslands, har hann næstu dagarnar skal royndarvenja við Grindavík. Felagið hevur sýnt áhuga í føroyska spælaranum, og í næstu viku verður greitt, um René skal spæla tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum í Grindavík.

Tólv umfør eru avgreidd í Pepsi-deild karla Tað eru tólv lið í deildini, øll spæla tvær ferðir ímóti øllum, og harvið eru tað tíggju umfør eftir av hesum kappingarárinum, sum endar 30. september.

Grindavík er á triðja plássi við 21 stigum, ið er sama stigatal, sum Stjarnan á øðrum plássi hevur. Valur er topplið við 27 stigum, og FH er á fjórða plássi við 20 stigum.

Næsti dystur hjá Grindavík verður mánakvøldið, tá ið liðið eigur heimavøll ímóti Víkingi Reykjavík.

 

Tríggir føroyskir landsliðsspælarar eru frammanundan í bestu íslendsku deildini. Teir eru Gunnar Nielsen í FH, og Jónas Þór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu í ÍBV.