Í øðrum londum verður kosin dagsins leikari. Til steypafinaluna í Danmark verður kosin »Árets pokalfighter«, amerikumenn tosa Most Valuable Player (MVP) og tá Schmeichel og Co vísa CL-fótbólt, ber til at atkvøða fyri »kampens spiller«.
Skuldu vit valt ein dagsins mann í sambandi við steypafinaluna, mátti tað verði René Tórgarð. Tá harðast leikaði á, og HB-trýstið var sum mest, stóð hann sum ein livandi múrur í EB/Streymamálinum, og tað vóru ikki einans óneyvar avslutningar frá HB-leikarunum sum gjørdu, at hol ikki kom á fyrr enn tað bert restaðu trettan minuttir av dystinum.
Fleiri ferðir framdi hann stórbjargingar, og serliga ein refleksbjarging í fyrra hálvleiki stendur eftir í minninum. Talan var um ein harðan stútara frá Rógva Jacobsen tætt undir málinum, sum René onkusvegna fekk parerað.
Sæð yvir dystin sum heild, eigur málverjin sín stóra leiklut í, at EB/Streymur kundi fara norður aftur í Sundalagið við løgmanssteypinum, og hava vit tí valt at útnevna hann til dagsins mann.