René á veg úr HB

Bolt.fo skrivar, at René Shaki Joensen verður helst verður dagligur gestur í Eysturoyartunnilinum

Tað hevur ljóðað síðani steypafinaluna í desembur í fjør, at René Shaki Joensen er á veg úr HB. Tá var hann ónøgdur við, at hann ikki bleiv úttikin til hópin og segði alment við bolt.fo, at hann ynskti at sleppa úr felagnum, hóast hann hevur sáttmála fyri hetta kappingarárið eisini.

Síðani er Jens Berthel Askou farin til AC Horsens, og Jonas Dal Andersen er nýggjur venjari. Tí bleiv rokna við at René nú fór at blíva verandi, men nú skirvar bolt.fo, at René Shaki Joensen er í samráðingum við NSÍ. Undan hesum kappingarárinum fór Tróndur Jensen sama veg.

René Shaki Joensen kom aftur til HB á sumri í 2019, eftir at hava spælt við Grindavík í Íslandi. Hann hevur sáttmála fyri hetta kappingarárið eisini, og tí má NSÍ keypa René leysan úr sáttmálanum.

René Shaki Joensen telist millum evnaríkastu spælararnar í landinum, og hevur verið í landsliðshópinum seinnu nógvu árini. Hann byrjaði eisini væl í fjør, men ein skaði gjørdi at René misti plássið á HB-liðnum í fjør. Flytingarvindeygað letur aftur 15. mars. Í løtuni er líkt til, at René Shaki Joensen á fyrsta sinni skal spæla við einum øðrum felagi enn barndómsfelagnum HB í føroyskum fótbólti.