Renault vann á heimabreytini

Fernando Alonso vann fronsku formel 1 koyringina sannførandi, fyri franska formel 1 liðið Renault. Hann var næstan eina heila umferð framman fyri Michael Schumacher á triðjaplássi, tá hann koyrdi um málstrikuna

Niels Uni Dam

Men størsta avrikinum stóð finnin Kimi Räikkönen fyri, tá hann koyrdi av 13. byrjunarstøðu upp á 2. pláss, við taktiskum snildum og nógvari ferð. Finnin skifti motor í bilinum fríggjadagin og varð tí fluttur 10 byrjunarstøður aftur.
Trulli byrjaði næstur, og hann helt plássið fyrstu 18 umferðirnar, hóast Michael Schumacher legg trýst á hann. Og hóast at Ferrari bilurin hjá Michael Schumacher var munandi skjótari enn Toyota bilurin hjá Trulli, slapp týski heimsmeistarin ikki framvið. Aftan á hetta gleið Trulli longur aftur, og endaði á einum fimta plássi..
Á 18 umferð fóru bæði Trulli og Michael Schumacher í pit í senn. Men Michael fekk væl minni av bensini í bilin, og slapp sostatt framvið Trulli. Men nú var frástøðan til Alonso vorðin ov stór. Eisini teir báðir McLaren koyrararnir Kimi Räikkönen og Juan Pablo Montoya vóru farnir framum Schumacher. McLaren bilarnir høvdu bert tvey pitstopp í mun til allar hinar, sum høvdu trý. Hetta riggaði væl, og teir lógu á øðrum og triðja plássi, inntil bilurin hjá Montoya ikki tímdi longur og steðgaði upp, tá 47 umferðir vóru koyrdar.
Koyringin á Magny Cours breytini í Fraklandi varð ikki serliga spennandi. Men Takuma Sato royndi at geva áskoðarunum okkurt fyri eyguni, tá hann ikki minnið enn tvær ferð koyrdi útav. Óhepni japanarin endaði á 11 plássi. Munandi betur gekk hjá liðfelagnum Jenson Button, sum endaði á fjórða plássi. Hetta gav BAR-Honda tey fyrstu stigini hetta kappingarárið.
Trulli-Barrichello-Button-Fisichella kappaðust leingi um fjórða pláss, men móti endanum gleið Barrichello út úr stigunum og endaði á níggjunda plássi. Giancarlo Fisichella fekk fimta pláss, og gjørdi sostatt veitsluna hjá Renault á heimabreytini enn størri.
Fyri BMW-Williams gjørdist vikuskiftið eitt stórt vónbrot. Bilarnir, sum vanliga eiga at kappast í tí stuttliga endanum, megnaðu bert 12. og 14. pláss, og hetta er als ikki nóg gott. Fyri Red Bull var koyringin í Fraklandi alt annað enn góð. Longu aftan á tvær umferðir steðgaði Christian Klien upp og Coulthard í hinum Red Bull bilinum, lá aftarliga og kappaðist við Minardi, Jordan og Williams. Hann endaði beint aftan fyri Barrichello á 10. plássi.
Við sigrinum fór Fernando Alonso 24 stig framum Kimi Räikkönen og 29 framum Michael Schumacher í kappingini um heimsmeistaraheitið. Hann verður sera ringur at fanga.