Nøkur smærri ferðsluóhapp hava verið kring landið um vikuskiftið. Í Havnini varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyring, hvítusunnudag. Hann hevði rent á ein garð, og hevði onki koyrikort.
Leygardagin fekk løgreglan í Runavík fráboðan um, at ein bilur hevði rent á autoverjuna omanfyri Funning. Tann, ið boðaði frá segði, at hesir báðir høvu lovað ikki, at koyrt víðari, men tað gjørdu teir hóast alt, løtu seinni. Tunnilin var stongdur, og tí vóru teir farnir allan vegin um Eiðisskarð. Løgreglan fekk fatur á teimum á brúnni við Streymin. Tað vísti seg, at báðir menninir, ið við vóru, vóru fullir. Tann, ið koyrdi bilin, tá teir vórðu tiknir, hevði ikki koyrt bilin tá teir rendu á, og hevði hann heldur onki koyrikort. Teir báðir vórðu handtiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.
Hvítusunnumorgun um eitt tíðina var eitt ferðsluóhapp niðan fyri Missiónshúsið á Glyvrum. Ein bilur, sum fór inn eftir Glyvravegnum, var farin runt nakrar ferðir á vegnum, og rent í ein lyktapela. Bilurin fór í knús, men ongin fólkaskaði var. Førarin sigur, at hann hevur tikið í gonguteigskantin.