Árendur á gonguteigi

Klokkan hálvgum trý í dag varð ein maður fyrst í 30-árunum árendur av einum bili, tá ið hann gekk á gonguteiginum í Vágsbotni Tveir menn komu gangandi av Skálatrøð og ætlaðu sær oman á bryggjuna í Vágsbotni.

Teir gingu eftir gonguteiginum. Ein bilur, sum kom oman úr Mylnugøtu, steðgaði fyri teimum, men bilførarin, sum kom koyrandi av Skálatrøð, varnaðist ikki menninar.

Annar maðurin leyp undan, men hin náddi tað ikki og kom fyri bilin.

Av tilvild var ein sjúkrabilur beint við, men teir menninir høvdu aðra uppgávu. Lítla løtu seinni kom ein annar sjúkrabilur og tók mannin upp. Hann varð lagdur í kraga og á børu, sum altíð verður gjørt.

Politiið skilti á sjúkrabilamonnunum, at árendi maðurin ikki hevði fingið nakran álvarsligan løst