EB/Streymur spældi í gjár málleysan javnleik móti NSÍ við Margáir. Her eru spælarametingarnar fyri EB/Streym. Metingarnar eru frá 1 til 6, har 1 er fyri vánaligt avrik og 6 er fyri framúr avrik.
Les eisini: B36 einsamalt á odda
René Tórgarð: 5
Hann spældi ein branddyst og hevði fleiri sera góðar bjargingar. Eigur sín stóra lut í eina stiginum hjá EB/Streymi.
Jónas Tór Næs: 4
Høgri bakkurin spældi ein góðan dyst. Stóð væl í verjustøðu og var raskur at koma fram við á høgra vongi. Harafturat er langa innkastið hjá honum eitt sera vandamikið vápn, og hetta førdi fleiri spentar støður við sær í seinna hálvleiki.
Egil á Bø: 3
Spældi ein fínan dyst. Sterkur í nærdystum og stóð væl defensivt, men serliga í fyrra hálvleiki skapar NSÍ heldur nógvar málmøguleikar.
Marni Djurhuus: 3
Spældi eins og Egil ein fínan dyst. Var sterkur í nærdystum og vísti fleiri ferðir gott yvirlit í trýstum støðum. Megnaði tó heldur ikki í nóg stóran mun at halda NSÍ burtur frá málmøguleikum.
Gert Hansen: 3
Stóð væl í verjustøðu og hevði gott tak á sínum mótstøðumanni á høgri vongi hjá NSÍ. Í framrættaða spælinum kom tó ikki so nógv burturúr, men Gert er sjálvsagt avmarkaður offensivt, tá hann spælir á vinstra bakki.
Høgni Madsen: 2
Er í fleiri førum raskur at bróta spælið niður hjá NSÍ, men annars kom ov lítið burturúr. Roynir seg ov ofta við longum bóltum og heldur eisini í støðum ov leingi upp á bóltin. Megnaði heldur ikki í nóg stóran mun at steðga onkrum av dýpdarrenningunum hjá NSÍ-miðvallarum.
Pól Jóhannus Justinussen: 3
Fekk ov lítið burturúr, tá hann hevði bóltin, men hann kompenseraði væl fyri hetta við eini ótrúliga stórari arbeiðsorku. Stríddist væl og vann nógvar bóltar, og so er hann ein støðug hóttan í deyðbóltsstøðum.
Niels Pauli Danielsen: 3
Arbeiðsinnsatsurin var góður. Hann stríddist væl, vann nakrar bóltar á miðvøllinum, men við útgangsstøðinum sum ein av fremru miðvallarunum kom heldur lítið burtur úr fram eftir vøllinum.
Leif Niclassen: 2
Kom stundum væl frá samanspælinum við Jónas, men skapti tó ov lítið sjálvur í framrættaða spælinum, har hann hevur sína stóru styrki. Vísti tó í eini tveimum førum móti dystarenda, at hann er sera vandamikil framman fyri málið, tá hann var líka við at koma fram til tvey innlegg í støðum, sum annars ikki sóu serliga lovandi út.
Hans Pauli Samuelsen: 2
Hans Pauli hevði ikki ein av sínum bestu døgum. Skapti ikki so nógv í framrættaða spælinum, og stóru trupulleikin fyri sterka teknikaran var, at liðið ongantíð fekk skjóta kombinatiónsspælarið at virka.
Arnbjørn Hansen: 2
Fekk ikki serliga nógv at arbeiða við, og tá hann fekk onkrar av eyðkendu rennibóltunum, kom ikki so nógv burturúr. Vísti tó serliga í eina førinum í fyrra hálvleiki, hvussu vandamikil hann er, tá hann úr vónleysari støðu smekkaði bóltin á tværtræið.
Gunnar Zachariassen:
Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting.