Renna niðan á Oyggjarmúla

Triðja árið á rað verður skipað fyri renning á Ovastevnu. Elstu børnini og tey vaksnu renna tunga teinin niðan á Oyggjarmúla.

Í samband við Ovastevnuna verður skipað fyri renning í Nólsoy fríggjadagin 12. august. Yngru børnini renna styttri teinar í bygdini; elstu børnini og tey vaksnu renna uml. 1500 m, úr bygdini niðan á Oyggjarmúla.
Teinurin niðan á Oyggjarmúla hevur verið runnin í meira enn 30 ár, serliga av kappróðrarfólki. Tíðin, tað tekur at renna teinin, svarar rættiliga væl til tíðina, tað tekur at rógva 2000 metra teinin hjá einum 10 mannafari, og vilja fleiri Nólsoyingar verða við, at Oyggjarmúlarenningin var ein av orsøkunum til nógvu góðu úrslituni, sum 10 mannafarið Nólsoyingur hevur fingið.

Runnið verður av Træbrúgv, og skráin er:
Kl. 17.00: Børn fødd 1994-1997.
Vaksin – opin bólkur (fødd 1993 ella fyrr).
Veteranar ( føddir 1966 ella fyrr).
renna niðan á Oyggjarmúla (uml. 1500m).
Kl. 17.05: Børn fødd 2004 ella seinni: 380m.
Kl. 17.10: Børn fødd 2001 – 2003: 380m.
Kl. 17.15: Børn fødd 1998-2000: 760m.
Kl. 17.45: Heiðursmerki verða handað á Træbrúgv.

Tiltakið verður lagt til rættis, soleiðis at til ber at fara av Havnini við Ternuni klokkan 16.20 og fara inn aftur klokkan 18.25.
Tilmelding á kunningarstovuni í Nólsoy á telefon 327060. Eisini ber til at melda seg til og at fáa startnummar umborð á Ternuni á veg út, ella á Træbrúgv frá klokkan 16.20.
Kostnaður: børn: 20,- krónur, vaksin: 50,- krónur.

Nevnast kann, at HAllur Holm vann renningina í fjør við tíðini 7 minuttir og 50 sekund, og hetta er helst skjótasta tíðin, menn vita um.