Verjin hjá Reidari Nónfjall, Djóni Thomassen, ákærir stýrið fyri Handilsskúlan fyri at renna ørindi fyri Fíggjarmálaráðið.
Hann vísir á, at upprunaliga vildi Fíggjarmálaráðið verða við, at sjálvsognarstovnarnir Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn, als ikki høvdu heimild at gjalda samsýning til stjórarnar báðar fyri at sita í bygginevndini. Fíggjarmálaráðið vildi tí hava tey bæði stýrini at krevja pengarnar aftur frá stjórunum báðum. Hetta var í 2012.
Hesum vóru stýrini í teimum báðum skúlunum ósamd í. Tey settu seg í samband við Bjørn á Heygum, sakførara, sum gav teimum viðhald í, at tey høvdu rætt at veita stjórunum samsýning.
Hetta hóvaði ikki Fíggjarmálaráðnum, sum tó helt fast við, at stýrini skuldu fáa peningin aftur, vil Djóni Thomassen vera við. Tað er í hesum sambandi, at prátið um eingangsupphædd fyrstu ferð stingur seg upp, sigur verjin hjá Reidari Nónfjall.
Stýrið fyri Handilsskúlan fór aftur til Bjørn á Heygum og fingu tá eina grundgeving frá honum fyri, hvussu tey kundu fáa nakað av peninginum aftur. Sakin hjá Fíggjarmálaráðnum móti Reidari Nónfjall kundi nú halda á, men á nakað broyttum grundarlag. Nú var tað ikki stýrið, ið hevði handlað í heimildarloysi, tá samtyktin um samsýning varð gjørd, men Reidar Nónfjall, ið hevði handlað í heimildarloysi, tá hann fekk árliga samsýning heldur enn eina eingangsupphædd. Reidar Nónfjall hoyrdi
Reidar Nónfjall hoyrir einki um, at talan skal vera um eina eingangsupphædd fyrr enn í novembur 2012, sigur verjin.
Verjin hjá Reidari Nónfjall vil vera við, at øll skiltu hetta sum eina árliga upphædd, sum eisini stóð í avtaluni við lærararnar í bygginevndini.
Djóni Thomassen vísti í rættinum á tað arbeiði, sum er komið burtur úr bygginevndini, fyri at prógva, at hesar 700.000 krónurnar, sum fyrrverandi stjórin tilsamans hevur fingið í samsýning, er væl uppiborin løn fyri vala arbeiði.
- 10 fólk hava fingið samsýning fyri sína luttøku í bygginevndini, men einans ein teirra er stevndur og svertaður, segði Djóni Thomassen í rættinum.