So lág hevur amerikanska rentan ikki verið í 41 ár. Tað kom ikki óvart á nakrar, at tjóðbankin lækkaði rentuna, men eingin hevði væntað, at lækkingin fór at verða so stór. Tey flestu roknaðu við, at rentan í USA fór at lækka 0,25 prosentstig.
Í grundgevingini fyri at lækka rentuna so nógv segði tjóðbankastjórin, Alan Greenspan, at lækkingin er neyðug fyri at seta ferð á amerikanska búskapin, sum er meint raktur av hóttanini um kríggj við Irak. Í oktober mistu 5.000 amerikanarar arbeiðið, og í september minkaðu bíleggingarnar frá amerikanska ídnaðinum 2,3 prosent.
Evropeiski tjóðbankin skuldi í gjár taka støðu til, um rentan í Evropa skal lækka, men eygleiðarar væntaðu ikki, at bankin fór at gera sum tann amerikanski, men at hann helst fer at bíða eftir, um amerikanska lækkingin fær ta ætlaðu ávirkanina.