Ein journalistur hjá tíðindastovuni Reuters er saknaður, og tveir aðrir eru fluttir á sjúkrahús eftir eitt russiskt álop móti einum hotelli í ukrainska býnum Kramatorsk.
Tað vóru myndugleikarnir í Ukraina, sum upplýstu um álopið.
- Eitt hotell er rakt. Higartil vita vit um tvey fólk, sum eru særd, men framvegis liggur eitt fólk undir leivdunum, segði ukrainski økisleiðarin í Donetsk-landslutinum, Vadim Filashkin, í morgun.
Hann upplýsti, at persónurin, sum var raktur, var journalistur, sum fylgdi krígnum í Ukraina.
Seinni í morgun hevur Reuters upplýst, at tey hava ein bólk á seks fólk í økinum og sum búðu á Hotel Sapphire, sum varð rakt í russiska rakettálopinum.
- Vit vita ikki, hvar eitt av okkara fólkum er. Vit leita eftir upplýsingum og samstarva við myndugleikarnar í Kramatorsk, samstundis sum vit hjálpa okkara starvsfeløgum og teirra familjum, sigur Reuters í morgun.
Kramatorsk er størsti býurin í Donetsk-landslutinum, sum framvegis er undir ukrainskum valdi, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.