Rosneft og Lukoil standa fyri velduga stórum parti av russiska olju-og gassútflutninginum, og landsins olju-og gassinntøkur verða mettar at fíggja 83 prosent av hernaðarútreiðslunum

Revsitiltøkini hjá USA fara at svíða í Russlandi

- Kríggj kostar nógvar pengar, og tá inntøkurnar fyri olju og gass minka, fer hetta eisini at ávirka møguleikarnar at gera íløgur og fíggja almenna sektorin, sigur serfrøðingur

Rosneft og Lukoil standa fyri velduga stórum parti av russiska olju-og gassútflutninginum, og landsins olju-og gassinntøkur verða mettar at fíggja 83 prosent av hernaðarútreiðslunum

- Eg eri ikki ovfarin. Longu í august ávaraði Washington um, at revsitiltøk fóru at verða sett í verk móti russisku olju-og gassrisunum, Rosneft og Lukoil, um russiski forsetin ikki fór at ganga við til eina skjóta vápnahvíld í Ukraina.

 

Tað sigur norski serfrøðingurin í útflutningseftirliti og trygd, Cathrine Lagerberg, sum eisini er partur av InSilent, og hetta sigur hon við Tv2.no. 

 

Mikukvøldið setti USA revsitiltøk í verk móti Rosneft og Lukoil, sum russiski staturin eigur og rekur.

 

Orsøkin er, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki vil til samráðingarborðið og ongan vilja vísir til at enda kríggið í Ukraina, og amerikansku revsitiltøkini koma beint eftir, at ætlaði fundurin millum Vladimir Putin og Donald Trump skuldi verða í Budapest.

 

Hesin fundur verður fyribils av ongum.

 

Russisku oljuinntøkurnar hava verið sjálvur motorurin, sum hevur fíggjað og hevur verið við til at hildið russiska álopskrígnum í Ukraina í gongd, hóast Russland á nógvan hátt hevur verið avbyrgt.

 

– Rosneft og Lukoil standa fyri einum velduga stórum parti av russiska olju-og gassútflutninginum, og landsins oljuinntøkur verða mettar at fíggja 83 prosent av russisku hernaðarútreiðslunum, sigur Cathrine Lagerberg,

 

Revsitiltøkini merkja eisini, at russiskar ognir eisini verða frystar, og tað verður ikki loyvt amerikanskum borgarum at samstarva - ella keypa frá - við russisku feløgunum.

 

India hevur verið støsti keypari av russiskari olju, síðan Russland leyp á Ukraina, men revsitiltøkini hava eisini við sær, at landið fer at minka munandi um handilin við Russland.

 

Tað er greitt, at russiski búskapurin fer at líða undir hesum - serlig tí, at olja og gass hava so velduga stóran týdning fyri Russland.

 

##med2##

 

Longu síðan mikudagin, tá USA setti revsitiltøkini í verk móti Rosneft og Lukoil, er virðið á feløgunum fallið á keypsskálunum - við ávikavist við 3,77 og 1,14 prosentum.

 

- Innan stutta tíð fara revsitiltøkini at merkja, at Russland fer at hava færri pengar og øktar útreiðslur, og hetta fer at leggja trýst á russiska búskapin og soleiðis eisini á íløgurnar til hernaðarútreiðslur.

 

Cathrine Lagerberg sigur við Tv2.no, at amerikansku tiltøkini fara kanska ikki at merkjast í morgin, sum hon tekur til.

 

- Men, sum tíðin gongur. Kríggj kostar nógvar pengar, og tá inntøkurnar fyri olju og gass minka, fer hetta eisini at ávirka møguleikarnar hjá landinum at gera íløgur og fíggja almenna sektorin, leggur serfrøðingurin aftrat.

 

##med3##

 

 

 

Rosneft og Lukoil standa fyri velduga stórum parti av russiska olju-og gassútflutninginum, og landsins olju-og gassinntøkur verða mettar at fíggja 83 prosent av hernaðarútreiðslunum