Reyði boðin í Ermasundi

Fyri aðru ferð rendi eitt skip á norska farmaskipið "Tricolor", sum sakk í Ermasundi fyri fjúrtan døgum síðani.

"Tricolor", sum sakk í Ermasundi fyri tveimum vikum síðani, liggur á so grunnum vatni, at tað er vorðið ein vandi fyri onnur skip, sum sigla hendanvegin.
Herfyri sigldi farmaskipið "Nocola" úr teimum niðurlendsku Antillunum á vrakið, og nýggjárskvøld var aftur galið. Hesaferð var tað tangaskipið "Vicky", sum sigldi á "Tricolor". Tað 243 metrar langa og 43.000 tons stóra tangaskipið, sum er bygt í 1981 og skrásett í Turkalandi, flotnaði aftur av flóðini, men noyddist kortini at leita sær í havn at kanna skaðan.
Fronsku myndugleikarnir vita ikki, hví tangaskipið sigldi á tað norska vrakið. Ein sleipibátur hevði ávarað skiparan á tangaskipinum og biðið hann broyta kósina, men kortini sigldi skipið vrakið.
Bretsku myndugleikarnir siga, at okkurt má gerast við tað sokna norska farmaskipið. Hvørt samdøgur sigla millum 400 og 500 skip hendanvegin, og teir báðir tilburðirnir vísa, at vrakið er ein trupulleiki, siga bretsku myndugleikarnir. "Tricolor" liggur á botni í franska partinum av Ermasundi, og tað eru tí teir fronsku myndugleikarnir, sum skulu gera av, hvat skal gerast við vrakið.
Norska skipið hevði 2.682 bilar umborð, tá tá stoytti saman við eitt annað skip og sakk.