Reyði Krossur letur nýggja klædnasølu upp

Leygardagin letur Reyði Krossur upp nýggja klædnasølu í Havn. Handilin er í Stiðjagøtu 6 við Velbastaðsvegin.

Í hesi nýggju og stóru klædnasøluni vera góð, kul, serstøk og lekkur vintage klæðir til sølu. Klæðir eru til ung, vaksin og børn. Eisini eru góðir loppumarknaðarlutir til sølu. 

Slíkir handlar eru vanligir og væl umtóktir í grannalondum okkara, og væntandi fer nýggi handilin hjá Reyða Krossi eisini at fáa góða undirtøku millum føroyingar, sum gerast alsamt meiri altjóðagjørdir og tilvitaðir um endurnýtslu, umhvørvi og fíggjarligan ójavnað.

Nýggja Reyða Kross Klædnasølan í Stiðjagøtu verður fyribils opin leygardagar klokkan 10 til 15.

Reyði Krossur Føroya hevur eisini endurnýtsluklædnasølu í Vági í Suðuroy og á Bryggjubakka í Havn, umframt bókasøluna í Vágsbotni í Havn.

Yvirskotið av endurnýtslusøluni fer til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og uttanlands.