Javnaðarflokkurin hevur á eykalandsstevnu viðgjørt støðu landsins og støðuna hjá føroysku kommununum.
Landsstevnan tekur undir við uppskotinum til kommunuskipan, sum floksins kommunubólkur hevur latið úr hondum.
Javnaðarflokkurin setur sum sítt fremsta mál at bøta munandi um korini hjá pensjónistum, sum bert hava fólkapensjónina at liva av. Hetta skal gerast við at hækka »serligu viðbótina« hjá pensjónistum og við at menna samhaldsfasta. Fólks um eru undir 67 ár og fáa fólkapensjón, skulu eisini hava rætt til útgjald úr Samhaldsfasta.
Flokkurin ásannar, at eldrarøkt eigur at verða styrkt og fleiri sambýli verða útvegað, so tørvurin á røktartilboðum minkar.
Korini hjá barnafamiljum verða bøtt, og barnsburðargrunnurin skal eisini fevna um privata arbeiðsmarknaðin. Barnsburðarfarloyvið skal leingjast, og barnafrádrátturin skal verða latin, til barnið er 18 ár.
Útbúgvingarstuðulin skal hækka og lánsmøguleikarnir skulu bætast, so eingin setist aftur av fíggjarligum orsøkum. Øll, sum fáa sær eina miðnámsútbúgving, skulu hava rætt til stuðul.
Bøtt verður munandi um korini hjá teimum við skerdum møguleikum, og menningartarnaðum verður útvegaður tryggur bústaður.
Skatturin hjá lág- og miðalinntøum eigur at verða lækkaður.
Landsstevnan leggur áherðslu á at røkja og gagnnýta fiskastovnarnar og skynsamasta hátt. Flokkurin heldur fast um, at útróðrarbátar undir 15 tons skulu fiska frítt. Fiskidagaskipanin skal grundleggjandi endurskoðast og keyp og sølu av fiskidøgum skal takast av.
Fiskiskipaflotin verður endurnýggjaður eftir eini miðvísari skipan - galdandi í 10 ár. Ístaðin fyri verandi veiðiorku skal byggjast ein floti, sum ikki bara kann veiða men eisini kann hagreiða fongin til bestu góðsku. Gomul orka fer úr flotanum, samstundis sum nýggj skip verða smíðað.
Miðað eigur at verða eftir, at sum mest av fiskatilfeinginum kemur upp á land og verður virkað her á landi.
Landsstevnan leggur dent á at bøta um livikorini hog vinnumøguleikarnar í útjaðaraøkinum, so øll hava javnbjóðis kor og vinnumøguleikarnar í útjaðaraøkinum, so øll hava javnbjóðis kor at liva undir.
Landsstevnan mælir frá at privatisera almennar stovnar, almenna bankan, almennu landsjørðina og mælir frá privatari spekulatión í okkara felags tilfeingi.
Landsstevnan er samd um, at politiska frælsið er treytað av búskaparligum frælsi. Samstundis ásannar stevnan, at tíðin nú er búgvin til at viðgera okkara ríkisrættarligu viðurskifti og vil taka stig til at sett verður ein stjórnmálanevnd.
Landsstevnan mælir til, at Javnaðarflokkurin setir sær fyri, at heimastýrislógin verður avloyst av eini sjálvstýrislóg.
Landsstevnan stuðlar tingmanning floksins í sjónarmiðnum um, at virki hjá Fiskavirking, sum liggja still, skulu seljast øðrum, og at miðsavnandi virksemið hjá Fiskavirking ikki eigur at halda fram.
Í samband við at íløgustuðulin sambært lóg fellur burtur komandi ár, skal skipast so fyri, at hetta ikki má hava óhepna ávirkan á vinnumøguleikarnar kring landið.