Reykjavíkurskaldið 100 ár

Í dag eru hundrað ár liðin síðani íslendingurin Tómas Guðmundsson varð borin

í heim.

Hann var føddur í nánd av Tingvøllum, gjørdist løgfrøðingur og

arbeiddi við hagtølum í bankaverðini. Og so varð hann eisini skald. So væl

umtókt lýriskt skald, at hann varð nevndur "Reykjavíkurskaldið". Tómas andaðist í 1983. Málningurin til vinstru er eftir Gunnlaug Blöndal.

Millum kendastu yrkingar hansara er "Hotel Jörð", sum millum annað er sungin inn á plátu, og sum eisini er vælkendur felagssangur í norrønum vísubókum. Lagi er eftir Heimir Sindrason (f.1945).

Upp undir hundrað ára dagin, hevur Martin Næs rithøvundur týtt yrkingina til føroyskt.

Martin Næs, rithøvundur týddi

Vallaraheimið jørð

Tilveran minnir á løgið ferðalag.

Vit eru gestir, vallaraheimið er jørðin.

Jú, summi koma og onnur fara avstað,

tí altíð hevur hann javnað og rutt í svørðin.

Tey eru fleiri, ið fegin ferðast so,

tó eru onnur, ið ferðaháttin stúra.

Summi fara í bráðskundi beint á flog,

men onnur setast í fjálgan krók at kúra.

Vallaraheimið tað mangan á tremur er,

og ofta eru gestir í ymsum vási.

Teir kappast altíð um besta sessin her,

at vera fremstir, og í sínum besta stási.

Men so eru onnur, ið velja sær annað lag,

tey setast aftast, og vilja heimin skoða,

tí tað er ymist, hvat tey nú halda um tað,

og ymist er við okkum, hvat vit duga.

Hjá mongum gesti er gistingin alt ov dýr,

tosið gongur bara um vinningsbýtið.

Tú sum á vallaraheimum altíð býr,

veitst væl, at minni fæst fyri lítið.

Tey flestu eru, vælkomin inn á gólv,

alt er til reiðar í heitu, fjálgu stovu,

men tá ið klokkan hevur sligið tólv,

tá veksur óttin for rokningunum grovu.

Ein tanki kemur til mín um miðja nátt,

at fyri gisting mótroknað kann vera,

deyðin kemur sum rykkjari á gátt,

og rykkir eftir tí, sum er at gera.

Umsíðir fingu vit tó sligið fast,

og hesum geva allir gestir gætur.

At deyðin hevur á lívinum jú bast,

í lutfallinum Metusalem og Pætur.