Eftir at hava húsast í leigaðum hølum í næstan 20 ár, flutti Reyni Service í nýggjan stásiligan sølu- og verkstaðsbygning í Klaksvík í fjør.
Bygningurin er umleið 700 fermetrar til støddar á einum grundøki, ið er umleið 2.300 fermetrar, og hann liggur sera væl fyri, beint við munnan til Norðoyatunnilin.
Har eru ljós og snotulig framsýningarhølir og ein nútímans verkstaður við øllum tí nýggjasta, sum krevst fyri at klára allar mekaniskar og tøkniligar umvælingar í dagsins bilum. Eins og hjá Reyni Service í Havn verður verkstaðurin í Klaksvík nú eisini gjørdur klárur til at kunna TidyCar viðgera bilar. Eisini er ein stór dekksøla við dekkum í øllum støddum á goymslu.
Oljuskift kann gerast uttan at biðja um tíð frammanundan, og kunnu viðskiftafólkini njóta ein kaffi/te munn í hugnaligu hølunum meðan tað verður gjørt.
Reyni Service umboða Toyota, ið er ein av heimsins størstu bilframleiðarum, og hava teir í mong ár verið mest seldu bilar í Føroyum.
Sum tann fyrsta bilasølan í landinum fekk Reyni Service serligu góðsku viðurkenningina "kvalitetstandard" frá DAF (Dansk Automobilforhandler Forening) í oktobur 1998. Í 2003 fingu teir enn eina viðurkenning, tá var tað standard- góðkenningin hjá Toyota, ið nevnist TSM (Toyota Service Management). Í oktober 2004 varð Reyni Service eisini kosið Ársins virki 2004 á vinnudegi sum Vinnuhúsið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum. Í hesum sambandi segði Eivind av Reyni Góð tænasta hevur nógv at siga fyri okkum, og øll á Reyni Service hava sett sær sum mál, at vit verða kend fyri at geva viðskiftafólki okkara eina dygdargóða tænastu á høgum stigi.
Síðan Eivind av Reyni í fjør keypti alt virksemið frá P/F Meinhardt Arge og fekk umboð fyri bilmerkini Opel, Nissan, Peugeot og Saab, hava Reyni Service í Klaksvík yvirtikið alla tænastuna fyri hesi bilmerkini. P/F Meinhardt Arge skifti eisini navn til P/F Auto Service.
Verkstaðurin í Klaksvík er eisini góðkendur av Akstovuni, soleiðis at tá t.d. ein bilur hevur verið til sýn og fingið nakrar krossar, kunnu Reyni Service umvæla brekini og sjálvir góðkenna bilin. Hetta er í sambandi við, at verkstaðurin hevur alla ta útgerð, sum er neyðug fyri at fáa eina slíka góðkenning sum t.d. tól til stilling av lyktum, 4-hjóls útmáting og bremsutestara. Hjá Reyni Service í Klaksvík arbeiða fimm mans við Hans Berg Hammer sum deildarleiðara.
Reyni Service í Klaksvík hevur altíð eitt breitt úrvæl av brúktum bilum á goymslu í Klaksvík. Við at fara inn á heimasíðuna <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$www.reyniservice.fo kann síggjast hvørjir bilar eru í Klaksvík.
Frá Reyni Service í Klaksvík verður sagt at í sambandi við at Norðoyatunnilin letur upp verða nógv góð tilboð av nýggjum og brúktum bilum hendan dagin og alla ta næstu vikuna.