Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg høvdu í kvøld torføran dyst á útivølli móti Skjern í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Skjern hevði eina greiða favorittstøðu, men Teis og liðfelagarnir megnaðu at tryggja sær eitt stig við javnleiki 25-25. Í steðginum var eisini javnt. Tá var støðan 11-11.
Teis sum tekur nógv tøk í verjuni fekk ein málmøguleika, og hann setti hann i netið.
Ribe-Esbjerg er nummar fimm í deildini við sjey stigum.
Komandi dystur hjá Ribe-Esbjerg er á heimavølli komandi hóskvøld klokkan 19. Tá kemur Holstebro á vitjan.