Javnaðarflokkurin er ein gerandisflokkur. Fremsta uppgávan er at lætta um gerandisdagin hjá vanligum fólki, og at virka fyri, at okkara børn og barnabørn arva ein betri heim enn tann, sum vit fingu í vøggugávu frá teimum, sum undan fóru – altíð!
Hesin ”vit og skil politikkur” hevur altíð verið hin sanni javnaðarandin, eisini á Fólkatingi. Fólkatingssessurin er til fyri at fremja ítøkiligar loysnir í samstarvi við allar viðkomandi partar. Føroyskar trætur skulu avgreiðast í Føroyum.
Eitt javnaðarumboð virðir tann til eina og hvørja tíð ráðandi meiriluta í Løgtinginum. Vit hvørki viðgera ella avgreiða viðurskifti á Fólkatingi, sum undirtøka er ikki fyri í Føroyum. Tað hevði ikki sømt seg.
Eins og í føroyskum gerandispolitikki, átekur Javnaðarflokkurin sær eisini á Fólkatingi leiklutin sum tann konstruktivi. Tann, sum røkkur ítøkiligum úrslitum.
Ein kundi sagt flugubeinspolitikk: Check! Check! Check! Avgreitt! Avgreitt! Avgreitt!
So kunnu hini meyla um loysing og samband. Tað eru vit so von við. Soleiðis hevur verið síðan Javnaðarflokkurin varð stovnaður. Onkur má jú arbeiða fyri vanliga fólkinum, sum hevur sítt at dragast við. Onkur má vera í eydnahædd við gerandisdagin hjá fólki. Tað verið seg í sosialum spurningum, tá fólk eru í sjúkraørindum, lesandi ella gerast pensjónistar. Tá tey rena seg í praktiskar forðingar. Bæði tá tey búgva og virka í Føroyum og uttanlands, og tá tey flyta millum lond.
Fólkatingið er ikki bara ein pallur, har til ber at tala Føroya søk. Fólkatingið er ein av mongu verkstøðunum, har Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri at røkka sínum málum. Hvønn dag, alt árið. Tí er eisini umráðandi, at okkara fólkatingsumboðið røkir sessin burturav. Also, onki við fleiri sessum her.
Sjálv royndi eg meg sum fólkatingsumboð eitt tíðarskeið í vetur, har eg fekk innlit í, hvat sessurin inniber. Fekk eg høvi aftur, vildi eg hildið meg í sama sporið, sum okkara umboð so fínt hevur slóðað fyri.
Vit stuðla sjálvandi einari reyðari stjórn, tí verkaflokkar kring allan heim eiga at draga somu línu. Gjøgnum felagsskap og samanhald røkka vit vanliga fólkinum rættindi og vælferð - eisini tvørtur um landamørk.
Og so ræðast vit javnaðarfólk ikki samstarv við íleggjarar og grunnar av øllum hugsandi slag. Um tað so gagnar føroyska gransking, heilsuverki ella fólkinum sum heild. Heldur ikki danskar samstarvspartar! Tí enn einaferð: Samstarv er vegurin fram.
Vel tí eitt virkið og virðiligt javnaðarumboð á Fólkating.
Gott Fólkatingsval!
v. Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin