Veddingarfyritøkurnar: Rijeka er greiður favorittur móti B36 á Tórsvølli

Í annaðkvøld klokkan 19 tekur B36 móti Rijeka í triðja undanumfarinum í Europa Conference League

B36 sum longu hevur vunnið seg tvær ferðir víðari í Europa Conference League undankappingini, og 11 ferðir í Evropa í søgu felagsins skal nú í holt við triðja undanumfarið. 

 

Mótstøðuliðið hjá B36 á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19 er sterka kroatiska liðið, HNK Rijeka. Um átta dagar spæla liðini returdyst í Kroatia.

 

HER  ber til at keypa atgongumerki til dystin. 

 

HNK er sambært UEFA Rankings nummar 96 í Evropa, meðan B36 er nummar 309. Tó geva evropeisku úrslitini hjá B36 vónir um, at B36 kann knógva føroyska UEFA-roknskapinum ein javnleik á heimavølli. 

 

Tað sæst eisini aftur á oddsunum hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin millum B36 og Rijeka.

 

Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 6,50 og 7,50.

 

Oddsini upp á útisigur til Rijeka liggja millum 1,38 og 1,50.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,00 og 4,65. 

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##