Samlaða ríkisskuldin hjá USA er nú farin upp um 40 billiónir dollarar.
Tað vísa nýggj tøl, sum amerikanska fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi mikudagin. Ráðið dagførir skuldina hvønn gerandisdag í dátusavninum Debt to the Penny.
Skuldin er sostatt meira enn tvífaldað síðan 2017, tá Donald Trump á fyrsta sinni tók við sum forseti.
Umleið ein triðingur av vøkstrinum kom undir koronufarsóttini, tá amerikanski staturin tók stór lán fyri at fíggja hjálparátøk undir bæði Trump og fyrrverandi forsetanum Joe Biden.
Restin stavar frá fíggjarpolitiskum avgerðum hjá báðum forsetum og einum drúgvum ójavna millum skattainntøkur og almennar útreiðslur.
Undir teimum báðum forsetaskeiðunum hjá Trump er skuldin vaksin 11,6 billiónir dollarar. Tað svarar til umleið 74 billiónir krónur.
Undir teimum fýra árunum hjá Joe Biden vaks skuldin 8,4 billiónir dollarar – næstan 54 billiónir krónur.
Skuldin veksur í einari tíð, tá tað er vorðið munandi dýrari hjá amerikanska statinum at læna pengar. Rentan á langtíðar amerikanskum ríkislánsbrøvum fór týsdagin upp á hægsta stig síðan 2007.
Orsøkirnar eru millum annað øktur prísvøkstur í kjalarvørrinum á krígnum í Miðeystri og vaksandi stúran fyri undirskotinum á amerikonsku fíggjarlógini.
Amerikanska fíggjarmálaráðið boðaði mikudagin frá, at tað fór at meira enn tvífalda afturkeypið av langtíðar ríkislánsbrøvum fyri at stuðla marknaðinum. Tað fekk renturnar at lækka aftur fyribils.
Amerikanski staturin hevur áhaldandi hall á fíggjarlógini og má tí læna pengar fyri at fíggja munin millum inntøkur og útreiðslur.










