Í Fuglafirði hava teir orsøk at síggja eitt sindur bjartari upp á møguleikan at fáa fatur aftur á Formula deildini, enn tey hava nógvu tær seinastu vikurnar.
Mikukvøldið vunnu teir útsetta dystin í Gundadali ímóti HB 3-1, eftir at heimaliðið, sum spældi væl, hevði verið á odda, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Tíðliga seinnapartin leygardagin lyftu teir stevnuhýrin í Fuglafirði við sannførandi sigri á TB.
Sigrarnir báðir taldu eyka nógv, tí FSV04 ikki megnaði meiri enn 1-1 í Runavík. Klæmint A. Olsen legði NSÍ framum, tá ið tað restaði stórt korter, og vágamenn skulu vera fegnir um, at tað eydnaðist Hans Arna Ellefsen at javna. Hóast fyritreytirnar ikki eru nakað at rópa hurrá fyri hjá Meinhardt Dalbúð og hansara monnum, so eru avrikini so góð, sum støðutalvan vísir.
Á Svangaskarði hekk HB leingi væl uppií. Ungu menninir vístu góða fatan og hugflog, men í 2. hálvleiki vísti B68 størri tyngd. Dánial Hansen var stóri maðurin. Hann skoraði trý tey fyrstu málini í 4-0 sigrinum. Allar ferðirnar var tað eftir innlegg úr høgru. Fyrsta málið stútaði hann eftir hornaspark.
Alexandro Casthilio staðfesti rimmar sigurin við fínum stútara upp um málverjan, sum ikki var heilt tryggur eftir langan skrábólt úr høgru.
Í Sørvági hevði tað avgerandi týdning, at heimaliðið miðskeiðis í 2. hálvleiki misti ein mann. Nýggi liðformaðurin hjá LÍF, Sølvi Vatnhamar, skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Mest óvæntaða úrslitið var kanska tað í Klaksvík, har botnliðið B36 smurdi KÍ av 6-1. Tummas Hans Rubeksen, sum í vikuni var fluttur úr AB og aftur til B36, skoraði trý mál, og Jóhan Ellingsgaard skoraði tvær ferðir. Ovi Nysted, sum sigst vera á veg aftur til KÍ umsetti úr ellivu metrum.
Unglingaspælarin Álvur Christiansen skoraði einsamalla KÍ málið. Klaksvíkingar hildu seg vera óhepnar, tí meðan málmunurin framvegis var lítil raktu teir fleiri ferðir í træverkið, siga teir sjálvir.
1. deild
Útsettur dystur
HB-ÍF 1-3 (1-0)
1-0: Tróndur Sigurðsson
1-1: Amin Fallah Sadeh
1-2: Høgni Zachariasen
1-3: Elvan Taser
15. umfar
B68-HB 4-0 (0-0)
1-0: Dánial Hansen 52.
2-0: Dánial Hansen 65.
3-0: Dánial Hansen 73.
4-0: Alexandro Casthilio 89.
ÍF-TB 4-1 (3-0)
1-0: Høgni Zachariasen 14.
2-0: Frank Poulsen 17.
3-0: Nenad Saric 45.
3-1: Jón Tórður Holm br 67.
4-1: Nenad Saric 76.
Reytt kort: Frank Poulsen, ÍF, 67. (2 gul)
KÍ-B36 1-6 (0-3)
0-1: Tummas Hans Rubeksen 10.
0-2: Ovi Nysted br 17.
0-3: Jóhan Ellingsgaard 24.
1-3: Álvur Christiansen 55.
1-4: Jóhan Ellingsgaard 65.
1-5: Tummas Hans Rubeksen 76.
1-6: Tummas Hans Rubeksen 82.
NSÍ-FSV04 1-1 (0-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 73.
1-1: Hans Arni Ellefsen 77.
SÍ-LÍF 2-3 (2-1)
1-0: Haukur Thorsteinsson 7.
1-1: Andreas Lava Olsen 33.
2-1: Hegga Samuelsen 38.
2-2: Bárður á Lakjuni 55.
2-3: Sølvi Vatnhamar 85.
Reytt kort: Høgni Ole-Jacobsen, SÍ, 63.