Jarðskjálvtin og flóðaldan fyrradagin er tann ringasta kreppan í Japan síðani seinna heimsbardaga. Tað segði forsætisráðharrin, Naoto Kan, í einari sjónvarpsrøðu í dag. Samstundis bað hann hvønn eintakan hjálpa við at endurbyggja landið.
Japanski jarðfrøðistovnurin kunngjørdi fyrr í dag, at jarðskjálvtin fyrradagin var harðari, enn jarðfrøðingarnir skrásettu av fyrstan tíð. Tá varð sagt, at skjálvtin var 8,9 á Richterstiganum, men eftirkanningar vísa, at hann var 9,0 og sostatt millum fýra teir harðastu, sum nakrantíð eru skrásettir.
Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan og flóðalduna veksur støðugt, og fleiri meta, at talið kann koma upp á eini 10.000.