Risa trygdarhol í Apple-teldum

Ljóðbrot frá Rás 2

Frá einum skal til 1 til 10, so liggur hetta á 11 ella 12 í álvarsemi, sigur telduserfrøðingur.

 

Um tú hevur eina Apple-teldu við fleiri brúkarum, kann ein og hvør fáa atgongd til so gott sum alt á telduni.

 

Tað er nýggja stýrisskipanin macOS High Sierra, sum hevur eitt kritiskt trygdarhol, sum tey kalla tað. Holið letur ein og hvønn logga á sum superbrúkara, enntá uttan passorð. Superbrúkarar hava rættindi til at enntá fara inn á tilfar hjá øðrum brúkarum av telduni.

 

Torben Nielsen, telduserfrøðingur, greiddi á Rás 2 frá, hvat trupulleikin við hesum er. Hann sigur, at á einum skala frá 1 til 10 er hetta á 11 ella 12 í álvarsermi.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.