Risarnir hittast aftur

Tá Ongland og Týskland fara út á vøllin í Bloemfountain í Suðurafrika verður tað sjeyndu ferð, at londini møtast í einum HM ella EM-endaspæli

Týskland og Ongland spældu fyrsta skrásetta landsdystin á Deutches Stadion í Berlin tann 10. mai í 1930. Dysturin endaði við javnleiki 3-3. Síðani tá hava Týskland og Ongland – um vit also rokna Vesturtýskland sum umboðandi søguna hjá Týsk­landi sum fótbóltstjóð – spælt 27 landsdystir. Ongland hevur vunn­ið 12 av teimum, Týskland hevur vunnið 10, meðan talan er um fimm javnleikir. Ongland og DDR – Eystur­týskland – spældu fýra landsdystir, árini millum 1963 og 1984. Ongland vann tveir, DDR vann ein, meðan ein endaði við javnleiki. Ongland og Týskland hava spælt 9 landsdystir, har stig í einari undankapping, ella víð­ari luttøka í einum HM ella EM-endaspæli hava staðið uppá spæl. Og tað eru hesir 9 dystirnir vit eiga at dvølja við, tí hinir 18 hava bert verið vinardystir, sum sjáldan ger­ast minniligir.

HM finalan í 1966
Tann fyrsti landsdysturin millum Ongland og Týskland sum taldi nakað, gjørdist ein tann minniligasti dyst­urin í heimsfótbóltssøguni. Talan var um sjálva HM-finaluna á tí víða­gitna Wembley leikvøllinum tann 30. juni í 1966. Ongland vann finaluna 4-2 aftaná longda leik­tíð. Dysturin var upphavið til ta stóru rivaliseringina, sum hevur verið millum londini á fótbólts­leik­vøllunum síðani. Onkur hevur tikið til, at fyrr kríggjaðust lond­ini á vígvøllum, nú hava Ongland og Týskland flutt kríggið til fót­bóltsvøllin. Ongland førdi 2-1 ímóti dystarenda í vanligu leiktíðini, men týskarum líkt, so javnaðu teir til 2-2 stutt áðrenn vanliga leiktíðin var farin. Í longdu leiktíðini hendi ein hin kendasta hendingin í fótbólts­heimssøguni. Í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini skeyt Geoff Hurst eitt gott skot sum tók undirsíðuna av yvirleggjarunum og fór..? Og tann spurningurin stendur opin enn í dag. Spyrt tú onglendingar so siga teir, at bólturin var inni. Spyrt tú týsk­arar, so var bólturin ikki inni. Spyrt tú øll onnur, so ivast tey, um hvørt bólturin var inni ella úti. Linju­verjin úr Sovjetsamveldinum, Tofik Bahkramov fekk sannført sveis­iska dómaran, Gottfried Dienst um, at bólturin var inni, og Gott­­fried Dienst dømdi mál til Ong­land. Áðrenn alt var liðugt økti Hurst til 4-2, og meginparturin av teim­um 98.000 áskoðarunum á Wembley kundu fegnast stórliga. Í huga­heim­inum hjá týskarum gjørdist talan um nakað, sum mátti hevnast, og tað hava teir eisini sanniliga gjørt síðani 1966.

HM-fjórðingsfinalan í 1970
Týskarar tørvaðu bert at bíða eitt HM-endaspæl fyri at fáa hevnd fyri tapið og dómaraavgerðina í 1966. 14. juni í 1970 møttust liðini í HM-fjórðingsfinaluni í Léon í Meksiko. Aftur hesaferð spældu liðini javn­leik 2-2 í vanligu leiktíðini, men hesa­ferð vóru tað týskarar sum vóru omaná. Ongland var á odda 1-0 í hálv­leikinum, og teir komu eisini á odda 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki, men sum so ofta í tí stoltu týsku fótbóltssøguni, so komu týskarar afturíaftur, og í longdu leiktíðini søkti »Der bomber« Gerd Müller enska liðið. Onglendingar skyldaðu uppá, at fantom-málverjin, Gordon Banks var sjúkur, og ikki kundi spæla, men ósigurin skyldaðist held­ur, at venjarin Alf Ramsey tók Bobby Charlton av vøllinum, meðan Ong­land enn var á odda. Óansæð undan­førslurnar, so hevði Týskland sært Ongland á fyrsta sinni í einum enda­spæli.

HM-millumspælið í 1982
12 ár gingu, áðrenn londini møttust aftur í einum HM-endaspæli. Ong­land megnaði ikki at spæla seg í HM-endaspølini í 1974 og í 1978, meðan Týskland gjørdi bart við at vinna HM í 1974, og EM í 1972 og í 1980. Haraftrat spældi Týskland seg í EM-finaluna í 1976, sum teir taptu ímóti Kekkoslovakia aftaná brots­sparkskapping. Í 1982 møttust liðini í HM-millumspælinum á Santiago Bernabeu í Madrid, talan gjørdist um ein dramatiskan 0-0 javnleik, har Ongland og Kevin Keegan áttu at avgjørt dystin. Tað komu ong­lendingar at angra. Týskarar vunnu 2-1 á Spania, meðan Ongland bert fekk javnleik 0-0 ímóti Spania. Týsk­land spældi seg í hálvfinaluna, og fingu silvur aftaná eitt 1-3 tap ímóti Italia í finaluni.

HM-hálvfinalan í 1990
Tað gingu átta ár, so var aftur ein hádramatiskur dystur á skránni millum Ongland og Týskland. 4. juli møttust liðini í HM-hálvfinaluna á Stadio delli Alpi í Torino. Andreas Brehme legði Týskland á odda, tá ein tími var farin. 20 minuttir seinni javnaði Gary Lineker fyri Ongland. Longda leiktíðin gav einki mál, og liðini máttu fyri fyrstu ferð í ein­um dysti landanna millum út í eina brots­sparkskapping. Týskarar vóru eirinda­leysir, og bumbaðu fýra av fýra brotsspørkum inn. Ong­lend­ingar brendu tvey av fimm brots­spørkum, so óneyðugt var við tí fimta týska brotssparkinum, sum teir uttan iva høvdu sett inn eisini. Chris Waddle og Stuart Pearce brendu fyri Ongland. Stuart Pearce rópti sína angist út í kvøldarmyrkrið í Torino, og Paul Gascoigne græt, sum var hann pískaður. Talan var um besta enska landsliðið, sum ikki hevur vunnið nakað.

EM-hálvfinalan í 1996
Seks ár gingu og liðini møttust aftur á leikvøllinum á Wembley, har onglendingar 30 ár áðrenn við ein­um ivasamum máli høvdu søkt týsk­arar í HM-finaluni í 1966. Tann óseriøsa enska pressan megnaði at skapa eyka spenningar millum lond­ini við at draga ein parelel mill­um hálvfinaluna og seinna heims­bardaga. »Let's blitz Fritz« og aðrar ørar yvirskriftir vóru við til at motivera tað týska liðið, sum sann­iliga fekk sína hevnd. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Alan Shearer legði Ongland á odda í triðja minutti, men bert 13 minuttir seinni javnaði Stefan Kuntz fyri Týskland. Eftir hetta spældu liðini 104 minuttir uttan, at hvørgin skoraði. So var aftur brotssparks­kapping. Trygt og arrogant sendu týsk­ararar øll í netið, meðan Gareth Southgate brendi fyri Ongland. Týsk­land hevði fingið hevnd fyri HM-finalutapið í 1966. Og fyri at gera ilt verri, so vunnu teir EM-finaluna á Kekkia á júst Wembley.

2000 og aftaná
17. juni í 2000 møttust liðini aftur í bólkaspælinum í EM-enda­spæl­inum, sum var í Belgia og Holl­andi. Ongland fekk hevnd fyri hálv­finalutapið í 1996 við einum 1-0 sigri. Alan Shearer skoraði ein­asti málið eftir 53 minuttir. Bæði liðini taptu ímóti Rumenia og Portugal í bólkaspælinum, og máttu nakkalang heim, aftaná innleiðandi dystirnar. Í HM-undankappingini í 2000 og 2001 vóru liðini í bólki saman, tá vann Týskland 1-0 á Wembley, meðan Ongland vann ein knús­andi 5-1 sigur í München, og stendur tann sigurin, sum eitt tað besta enska landsliðsavrikið nakr­antíð. Týskarar hava vunnið tveir teir seinastu venjingardystirnar, sum vóru í 2007 og í 2008. Í báðum førum var talan um 2-1 sigur. Tað verður uttan iva drama­tikk­ur, tá lið­ini møttast aftur sunnu­dagin. Onglendingar gera best í at av­gera dystin, áðrenn brots­sparks­kapp­ingin stendur fyri.