Risastórt AB-búmerki í kavanum

U11-dreingirnir hjá AB løgdu eitt listaverk eftir seg í venjingini í kvøld.

Veðrið at venja fótbólt uttandura hevur ikki verið av tí besta í dag og í kvøld, men hetta ávirkaði tó ikki stuttleikan í venjingini hjá U11-dreingjunum í AB.


Tá tað illa bar til at spæla fótbólt í kavanum, so fóru dreingirnir heldur undir at gera eitt risastórt AB-búmerki burturúr kavanum.


Búmerkið er áleið 30 metrar diameturin.