Risastórt sjónleikaratiltak á ólavsøku

Fyrireikingarnar til útileikin á ólavsøku eru byrjaðar, og nú kunnu komandi ólavsøkugestirnir byrja at gleða seg til, at havnargøtur verða broyttar til ein ævintýrkendan heim, tá umleið 100 sjónleikarar í litføgrum búnum, gyklarar og dansarar við tónleiki og dansi føra tey gjøgnum býin frá einum palli til annan

Tíðindaskriv

Kærleiki er evnið og Havnin er pallurin. Nú kunnu øll, sum hava ein lítlan sjónleikara, tónleikara, fimleikara ella gyklara í maganum royna seg, tí aftur í ár verður útileikur á ólavsøku.
Havnargøtur verða broyttar til ein ævintýrheim á opnum plássum og í smáum skotum, tá eini 100 sjónleikarir, fimleikarir, dansarir, statistar, hjálparfólk og tónleikarir føra ólavsøkugestirnir gjøgnum býin og inn í ein annan heim, har tey kunnu hitta alskyns verur og skapningar úr ævintýrunum.
Fyrireikarirnir vóna, at nógv melda seg til at luttaka í útileikinum, óansæð um tað er tí, at tey duga at seyma, smíða ella at spæla sjónleik - tørvur er á allari skapandi megi.
Útileikurin verður framførdur á ymsum plássum í Havn og heldur fram stað av staði.
Gongan byrjar á Bursatanga og endar í Vágsbotni við steðgi til dømis uttanfyri løgtingið og í Tróndargøtu, og áskoðarirnir kunnu sostatt fylgja við leikarunum í paraduni av gyklarum sum ganga á styltum og dansarum sum saman við tónleikarum og leikarum siga frá søgum um kærleika og lagnunar speisemi.

Vóna at nógv melda seg
Útileikurin á ólavsøku er siður, sum tók seg upp fyrst í nítiárunum, og er hetta tann fjóri. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og nú hava fólk so møguleika at melda seg, um tey vilja vera við í tiltakinum.
Fyrsta venjing verður sunnudagin 20. juni kl. 14 á Føroya Fólkaháskúla, og øll áhugaði kunnu møta. Tey, sum sum ikki hava stundir at venja so nógv, kunnu melda seg sum statistar, tí tann venjingin er ikki so umfatandi.
Umframt leikarar og statistar sóknast fyrireikarnir eftir handverkarum og fólki, sum duga at seyma. Eigur onkur ein gamlan brúðarkjóla, stores ella okkurt annað stórt toyðpetti, sum tey vilja lata, er tað eisini kærkomið.
Marita Dalsgaard hevur listarligu leiðsluna av tiltakinum í ár, eins og hon virkar sum leikstjóri saman við Katarinu Nolsøe, Elini á Rógvu og Annfinni Heinesen. Jóna Thomsen tekur sær av koreografi og dansi, og Trygvi í Brekkunum samskipar tónleikin. Aldursmark fyri luttøku er sett niður í 15 ár - og uppeftur er einki mark.
Tey sum hava áhuga í tiltakinum kunnu venda sær til MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, ella møta á fyrsta fundinum á Háskúlanum sunnudagin 20. juni kl. 14.