Risavøkstur innan breiðbandskundar

Hjá Føroya Tele hava tey seinastu mánaðirnar havt úr at gera við seta upp breiðband fyri bæði privatfólk og vinnulívskundar. Síðani Føroya Tele í september kom við nýggjum tilboðum, er nøgdin av breiðbandskundum vaksin við ikki minni enn 55 prosentum.

Teldan og alnetið er í dag ein náttúrligur partur av einum og hvørjum húsarhaldi, eisini her í Føroyum. Tá ið Føroya Tele í september í ár lækkaði prísin á breiðbandi við 20 prosentum, høvdu tey eisini roknað við einum ávísum vøkstri, men at talan skuldi verða um eitt slíkt boom, var ikki heilt væntandi.

Yvirhála Týskland, Bretland og Frakland
Richard Mortensen, stjóri FT Samskifti, er errin av stóra vøkstrinum á breiðbandsmarknaðinum, og hann sigur, at vit nú í altjóða høpi eru farin úr 3. deild upp í oddin í næstfremstu deildini.
- Um vit samanbera okkum við onnur vesturlendsk lond í sambandi við breiðbandsútbreiðslu, so hava vit hetta seinasta árið yvirhálað so mæt lond sum Týskland, Bretland og Frakland. Vit liggja nú oman fyri miðaltalið hjá OECD í breiðbandsútbreiðslu, og eg vænti, at vit innan stutta tíð eru komin ájavnt við tey allarfremstu londini, sum eru til dømis Danmark, Ísland og Korea, sigur Richard Mortensen.
Við árslok 2005 verður útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum umleið 10 prosent, og leysliga mett svarar tað til, at fjórða hvørt húsarhald hevur breiðband, sigur Richard Mortensen.
Stjórin í FT Samskifti greiðir frá, at fremstu londini hava eina útbreiðslu, sum liggur um 23-24 prosent, og har eru Føroyar vónandi um eini tvey ár, heldur hann.

Neyðugt við eyka orku
At vøksturin innan breiðband hjá Føroya Tele gjørdist so ógvusligur, hevði eisini við sær, at fyritøkan fekk ávísar trupulleikar við at veita tænastuna og fáa sett upp hjá fólki.
- Tað hevur verið øgiligt trýst á, og vit hava verið noydd til at fáa eyka fólk inn at hjálpa til, men eg vænti, at einaferð í komandi mánað er tað alt komið upp á pláss, sigur Richard Mortensen, sum tó væntar, at vøksturin innan breiðband verður avtakandi næstu tíðina.
Herfyri var Richard Mortensen á eini ráðstevnu í Liktenstein, og har helt hann ein fyrilestur um breiðbandsmarknaðin í Føroyum og gongdina seinastu mánaðirnar.
- Tá ið eg greiddi frá um stóra vøksturin hjá okkum, vóru tey ógvuliga bilsin, greiðir Richard Mortensen frá.

Tørvur á einum KT-umhvørvi
Hesa seinastu tíðina hevur nokk so fitt av kjaki verið um KT-vinnuna í Føroyum, men Richard Mortensen heldur, at hetta kjak er farið av sporinum.
- Tað hevur verið ført fram, at vit eru ein forðing fyri menning av eini KT-vinnu í Føroyum. Eg haldi, at júst kappingin millum okkum og Kall er gott fyri menningina av vinnuni. Vit hava breiðband í Føroyum til ein hóskandi prís, og tað er tí eingin forðing. Um vit til dømis taka eina fyritøku við 100 starvsfólkum, so hevur hon leysliga mett breiðbandsútreiðslur árliga, ið svara til eina einkulta ársløn, so tað er ikki har, at KT-vinnan stendur og fellur, heldur Richard Mortensen.
Hann heldur, at veruligi spurningurin er, hvussu vit fáa bygt upp eitt KT-umhvørvi her í Føroyum.
- Vit noyðast at gera karmarnar, soleiðis at tað verður lokkandi hjá teimum røttu fólkunum at seta pening í og starvast innan KT-vinnuna í Føroyum. Eisini noyðist hvørt einstakt KT-virki strategiskt at velja sær eitt vinnuøki innan KT, ið man fer at leggja seg eftir, sigur Richard Mortensen.
Stjórin í FT Samskifti er sannførdur um, at tað ber til at fáa eina veruliga KT-vinnu í Føroyum, men hann heldur tað verða umráðandi, at tað almenna so eisini spælir við, til dømis við at tað almenna brúkar føroyskar KT-fyritøkur til størri almennar uppgávur, sigur hann.