Nólsoy: - At sigla við Silju er sum at sita í einum bussi. Hetta er tað reina luksus!, sigur ein nólsoyarkona.
Hon er á veg til Havnar einihvørji ørindi henda vakra og stilla hósdagin í farnu viku.
Fólkið í oynni man vita alt um, hvat tað vil siga at ferðast um Nólsoyarfjørðin í ringum líkindum. Men henda dagin er eingin orsøk at hugsa um slíkt.
Silja Star leggur frá landi í Nólsoy kl. 9:55 stundisliga. Komin út um brimgarðin verður ferð sett á og skúmandi verður kósin sett móti høvuðsstaðnum. Hetta letur seg væl gera ein slíkan dag, tí kyrt er í sjónum og streymurin lítil.
Einar 7 minuttir seinni verður slakað av aftur. Molin í Havn kemur undan kavi og lítla løtu seinni kann ferðafólkið trygt fara í land við Bursatanga í Havn.
Soleiðis hevur lagið verið í eina tíð, samstundis sum Ritan hevur verið til umvælingar.
Sum nevnt í blaðnum leygardagin eru fólk í oynni fegin um hesa loysnina. Tey eru tó fult vitandi um, at Silja Star bert kann røkja hesa siglingina um summarið.
- Eiingin hugsingur er um, at Silja kann sigla um Nólsoyarfjørð á hávetri. Tá mugu vit hava Rituna aftur.
- Ritan er gauv, men er kortini ikki nøktandi sum ferðamannaskip í framtíðini. Vit ynskja eitt annað og betri far, sigur ein annar nólsoyingur á bryggjuni.
Ein arbeiðsbólkur í Nólsoy arbeiðir við hesum málinum, men enn dugir eingin at siga nær eitt nýtt skip fer at sigla um Nólsoyarfjørð.
Árstalið 2009 er nevnt. Tað krevur hinvegin at peningur skal játtast, soleiðis at farast kann undir prosjekteringina sum skjótast.
Tíðin farin
Seinastu mongu árini hevur Ritan røkt hesa farleiðina. Ritan er smíðað í 1971, og hevur tænt væl hesi mongu ár sum sambindingarlið hjá oyggjarfólkinum við høvuðsstaðin.
Nólsoyingar og onnur ferðandi eru helst neyvan í iva um, at nú eru árini runnin undan henni og tískil nøktar hon ikki tørvin í dag.
Fleiri dømir lýsa, hvussu trupult tað mangan kann vera hjá fólki sum ætlar sær av oynni ella til oynna. Hesum hevur arbeiðsbólkurin víst á mótvegis myndugleikunum, við tí í hyggju at fáa hesi korini broytt til tað betra.
Tey ferðandi nýtast ikki eingang at vera komin umborð á skipið, fyrrenn tey gerast varug við umstøðurnar hjá teimum ferðandi: Tey skulu umborð eftir eini landgongd.
Er høg flóð í Nólsoy er hon meira at meta sum ein stigi, enn ein landgongd. Komin umborð, skulu ferðandi síðani ganga oman eina vinkultrappu, um tey ætla sær í salongina.
Víst verður á, at fullfør ferðafólk, hava ikki stórvegis trupulleikar at koma umborð og niðurundir at seta seg. Men er talan um børn, eldri, illa gongd ella brekað hava hesi trupulleikar at njóta túrin, hóast hann er stuttur.
Er fólk í rullistóli, er eingin møguleiki at koma umborð við egnari hjálp. Dømi kann nevnast um fólk, ið eru hivað umborð við krana, og um motordrivnan koyristól, ið eisini skal hivast soleiðis um ferðafólkið skal til Havnar.
Lík í lastini
Hetta eru so nakrar av umstøðunum hjá teimum ferðandi. Men Ritan hevur annað við sær enn ferðafólk um fjørðin: Farm.
Allur farmur til og úr Nólsoy skal lossast ella lastast við krana. Hetta hevur við sær óneyðugt spill, tí tað kemur av og á fyri, at vøran verður skamfílað.
- Tað hevði sjálvsagt verið lættari hjá handilsfólki, um vøran varð koyrd umborð og í land eftir sløttum, sigur arbeiðsbólkurin.
Skal flytigóðs til Nólsoyar, er vónleyst at fáa bingju umborð. Orsøkin er, at kranin snøgt sagt ikki lyftir meira enn ávísa tyngd. Óneyðugt baks er at tøma bingjuna á keiini í Havn fyri síðani at handa alt umborð og í land aftur í Nólsoy.
Skal bilur við, má hesin lyftast við krana. Men hendir ólukkan, at bilurin dettur, tekur tryggingin ikki við, tí hetta verður roknað sum eginábyrgd.
Eitt tað tyngsta at síggja er, tá ið lík í kistu koma í oynna. Lítil virðing er í, at kistan verður førd tvørturum fjørðin í lastini á Rituni, fyri síðani at verða lossað við krana á keikantin í Nólsoy.
- Hetta man vera tungt hjá teimum avvarðandi at síggja, staðfestir arbeiðsbólkurin.
Sigla hvønn dag
Arbeiðsbólkurin kemur kortini ikki einans við atfinningum á farleiðina hjá nólsoyingum.
Tey ynskja eisini at vísa á, hvussu ein framtíðar Rita kann síggja út og hvussu hon best kann loysa tær uppgávur, sum fólkið hevur brúk fyri.
Í blaðnum leygardagin varð eitt uppskot nevnt um eina ferju ið líktist Teistanum, ið siglir um Skopunarfjørð.
Í ætlanum sínum hevur arbeiðsbólkurin gjørt sær sína hugsanir um mong viðurskifti, tá tann nýggja ferjan skal byggjast.
Eitt av hesum uppskotum er, at gera eina rampu á reyvina, heldur enn landgongd ið lættliga ávirkast av flóð.
Rúm skal gerast fyri tveimum stórum akførum, ið viðførir pláss fyri smáum akførum aðrar túrar ella farmi.
Atgongd eigur at verða í salongina, uttan at skula fara um trappur.
- Ynskiligt er sjálvandi, at eitt gott forarbeiðið verður gjørt, soleiðis at tað nýggja skipið fær siglt allar dagar í árinum, júst sum Ritan hevur gjørt tað, sigur arbeiðsbólkurin millum annað í sínum viðmerkingum til nýggja skipið.
Barnavognur í sjóroki
Umborð á Rituni eru umstøðurnar hjá teimum ferðandi ikki alt ov góðar. Einasta hølið, ið tøkt er teimum, ið ikki megna at koma niðurundir er sjúkrarúmið á dekkinum.
- Men tey eru ikki sjúk, og eiga tí at sleppa í salongina saman við hinum ferðafólkunum, staðfestir arbeiðsbólkurin.
Hevur ferðafólk barnavogn við sær, er vónleyst at fara niðurundir, um ein er einsamallur. Tí vognurin skal lyftast upp um høvd, fyri at fáa hann upp um gátt og oman trappurnar.
Skilligt er, at tað ber ikki til at lata ein barnavogn standa á dekkinum í øllum veðri. Svevur barn í vogninum ber heldur ikki til at lata barn og vogn standa úti, meðan siglt verður um fjørðin.
Gerandisdagar eru áleið 45-50 fólk, ið ferðast til og frá arbeiði. Umstøðurnar hjá hesum fólkum eru vánaligar við atliti at útlufting og gang.
FAKTA
Arbeiðsbólkur fyri nýggjari Ritu
Ein arbeiðsbólkur hevur í eina tíð arbeitt við at fáa til vega nýggju Ritu til Nólsoyarleiðina.
Í bólkinum sita Jákup av Skarði, Vígdis Bjarnadóttir og Terji Holm.
Tey hava við skrivum, savnan av 230 undirskriftum, umvegis fjølmiðlarnar og á annan hátt gjørt vart við truplu støðuna hjá nólsoyingum, sum ferðast til Havnar.
Bólkurin hevur verið væl stuðlaður av politikkarum, sum við fyrispurningum og uppskotum hava gjørt sítt til at seta fokus á málið.