Una Hansen hevur í mong ár verið við til at fyrieika Ovastevnuna. Hon hevur drúgvar royndir, og hevur enn ein leiklut í stevnufyrireikingunum, sum peningarøkil í stuðulsnevndini.
Stevnugestir hava ført fram, at stevnan er nógv vaksin, og at t.d. flutningsmøguleikarnir ikki hava fylgt við.
Hesum er Una Hansen samd í.
Hon sigur seg ikki rættiliga duga at lýsa munin á stevnuni fyrr og nú, men hon leggur dent á, at tað eru fleiri fólk nú, enn áður.
- Eg haldi, at fólk her úti í Nólsoy hava innstillað seg uppá, at soleiðis er tað, og at hetta er eitt stórt tiltak. Og eisini, at hetta er tiltak, ið er komið fyri at verða, sigur Una Hansen.
Ritan ov lítil
Una Hansen sigur, at stevnan var góð í ár, og eydnaðist væl.
- Men at Ritan er ov lítil, kunnu vit øll vera samd um, sigur Una Hansen.
- Vit høvdu ølsølu í tjøldum í ár, og klokkan 04 stongdi ølsølan. Tað var eitt sindur óheppið, tí tá máttu øll út og tað regnaði, Fólk høvdu ongastaðni at fara, sigur Una Hansen.
Og tá bert Ritan er at sigla stevnugestir um fjørðin, so tekur tað tíð at fáa øll fólkini flutt til Havnar.
- Hetta er nakað, ið má broytast, sigur Una Hansen avgjørd.
Hon metir tó ikki, at talan var um kaos á bryggjuni í Nólsoy, men viðgongur, at nógv fólk stóð á bryggjuni sunnumorgunin, men at alt spældi væl av, serliga í mun til hvussu nógv fólk var á Ovastevnu.
- Fyrreikararnir sluppu til songar klokkan 9 á morgni, tí tá vóru øll sloppin avstað, sigur Una Hansen. Hon metir ikki, at stevnan er ov stór, men at tað er jaligt, at stevnan dregur nógv fólk.
- Serliga var gleðiligt í ár, at ein sá ikki nógvar fløskur, ella brotnar fløskur, so hetta lætti um uppruddingararbeiðið. Hetta var væl skipað hjá teimum, ið tóku sær av ølsøluni, tí hetta vóru fólk uttanífrá, tí hetta høvdu vit ikki megnað sjálvi, sigur Una Hansen.
Una fegnast um, at stevnan eydnaðist væl og serliga fegnaðist hon um, at Frelsunarherurin tólk lut í setanini og við útimøti.
Una Hansen sigur, at tað merkist í bygdini dagarnar eftir stevnuna, at bygdin hevur verið vertur fyri Ovastevnu, tí øll í bygdini eru við í stevnuni so ella so, og fólk flest hava gestir.