Við upplestri hjá Elini Mortensen í morgun byrjaði bókatiltakið á kaffistovuni Baresso, har høvi verður at hoyra ymsar rithøvundar restina av vikuni
Í morgun byrjaði tiltakið hjá Rit & Rák, har ymsir ritøvundar eru at hoyra á kaffistovuni Baresso í SMS hesa vikuna.
Tað var rithøvundurin, Elin Mortensen, ið legði fyri við at lesa upp minnir frá eini farnari øld í Øravík, sum hon nevndi tað. Á ein sera stuttligan og livandi hátt las Elin Mortensen upp smáar søgur, sum pápi hennara hevði fortalt frá sínum barnaárum.
Tiltakið heldur fram í morgin kl. 10, tá Hans Andrias Sólvará fer at greiða frá arbeiðnum við at skriva Klaksvíkar søgu.
Fríggjadagin kl. 10 hugleiðir Steinbjørn B. Jacobsen um, hvussu galið tað kann ganga, tá man roynir seg sum rithøvundur og útgevari í Føroyum.
Sjálva mentanarnáttina, fríggjakvøldið 6. juni fara ungir yrkjarar at lesa sínar egnu yrkingar upp í Rit og Rák. Hetta verður kl.19.
Yrkjararnir eru; Bjørk Olsen, Ditte M. Joensen, Andrias Høgenni, Regin Berg, Ludvík Breckmann og Sigga Maria Højgaard. Hesi bæði seinastu hava eisini sjálvi givið yrkingasavn út.
Heðin Klein verður orðstýrari hetta kvøldið.