Árliga heystkonsertin hjá Symfoniorkestrinum

22. oktober hevur Føroya Symfoniorkestur sína árligu heystkonsert. Henda konsertin verður heldur fjølbroyttari enn vanligu symfonikonsertirnar. Á skránni vera fýra verk. Byrjað verður við serenatu fyri 13 blásarar av Richard Strauss. Her fáa træblásararnir ein møguleika at vísa teir ljómmøguleikarar, sum liggja í »træblásaradeildini« í einum symfoniorkestri. Verkið er fyri tvær floytur, tvær oboir, tvær klarinettir, tvær fagottir, fýra horn og kontrafagott/kontrabass.

 

Næsta verkið á skránni er kenda violinkonsertin eftir Felix Mendelsohn við Sámali Petersen sum solisti. Kanska kendasta og mest spælda verkið fyri violin og orkestur úr romantiska tíðarskeiðinum.

Eftir steðg verður eitt annað forkunnugt verk á skránni. Her fáa ?messingblásararnir? í orkestrinum annan ljóm-møguleikan í einum symfoniorkestri. Hetta verkið eftir Chris Hazell hevur heitið Three Brass Cats og Another Cat, KRAKEN fyri trompetir, trombonir, waldhorn og tuba.

Seinasta verkið á skránni er Pastoral suita eftir svenska tónaskaldið Lars Erik Larsson. Ein tónamálningur av svenska landslagnum. Samanumtikið ein sera áhugaverd og avbjóðandi skrá, sum vit vóna verður væl vitjað og móttikin.