Árliga Regatta-siglingin verður fríggjadagin

(FM1) Hoyr Tóka Mørkøre og Marna Joensen frá Hósvíkar Róðrarfelagi greiða frá Regatta í Hósvík

 

Fríggjadagin 3. august verður árliga Regattasiglingin. Siglt verður av Eiði til Hósvíkar kl. 16.30.

 

Tá komi verður til Hósvíkar verður góður døgurði at fáa í bygdarhúsinum sum kendi kokkurin Ruben Busk ger, og leygarmorgunin er morgunmatur.

 

Kostnaður fyri luttøku, íroknað regatta blusu, armband og báðar máltíðirnar, er einans 150 kr. Campingvognar eru eisini vælkomnir, einasta krav er at hava atgongumerkið sum øll onnur.

 

í Tónaneystinum verða Hanus G Johansen, Elin Súsanna Wiberg Mortensen og Gudmund Mortensen. Síðani verður felagssangur og miðnáttarrøða við Ben Arabo.

 

Á miðnátt verður dansur við SPAÐAR 5 í Bygdarhúsinum. Kostnaður til dansin er 150kr.

 

Tilmelding fer fram við at ringja á: 722421/560022 ella við at senda ein teldupost á [email protected]. Seinasta freist at melda til er mikukvøldið 1. august 2018. Til ber eisini at keypa atgongumerki og vimplar í CAJ í Kollafirði frá hósdegnum 2. august. 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Tóka Mørkøre og Marna Joensen frá Hósvíkar Róðrarfelagi greiða frá Regatta í Hósvík.

 

 

FM1 sendir "Bátaradio" fríggjadagin frá klokkan umleið 16.10. Vilmund D. Jacobsen verður reportari hjá FM1, og fylgir bátafylginum av Eiði til Hósvíkar.