Árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki

Stórkappingin í rútmiskum fimleiki verður hildin á Kambsdali um vikuskifitð, og verða ikki færri enn 28 lið, sum fara at taka lut í hesum

Fimleikur

Vikuskiftið 8. og 9. mars verður árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki hildin í Ítróttarhøllini á Kambsdali.
Leygardagin setur Sigurð S. Simonsen, borgarstóri í Fuglafirði ,kappingina, sum hevur luttøku av hesum feløgum: Flog úr Fuglafirði, Støkk úr Runavík umframt Ljósinum og Havnar Fimleikafelag, sum bæði eru úr Havnini.
Kappingarnar hava ofta verið drúgvar, og tí hevur Fimleikasambandið valt, at kappingin í ár skal haldast í tveimum.
Leygardagin verður kappingin fyri gentur og kvinnur, har 14 lið við eini fríari seriu og eini amboðsseriu taka lut. Amboðini hjá gentunum eru gjarar og hjá kvinnum bóltar. Gestalið verða eisini við. Úr Klaksvík kom tvey lið, eitt aerobic lið úr Gøtu verður eisini við, umframt trý smágentu lið úr Havn, sum tóku lut í opnari kapping, sum Havnar Fimleikafelag skipaði fyri fyrr í ár.
Í ár verur tað vinnandi liðið hjá kvinnunum, sum sleppur at taka lut í donsku grand-prix kappingini. Hendan kappingin verður í mai, so hjá vinnarunum er bara at dríva á framyvir, soleiðis at tey eru so væl fyri sum til ber til hesa kapping. Ein kapping, har føroyingar annars hava nógv at verja, eftir at genturnar hjá Havnar Fimleikafelag ikki gjørdu mætari enn at vinna, tá tær vóru gestaluttakarar í fjør.
Stórkappingin í Føroyum verður annars hildin eftir somu reglum, sum donsku Grand-Prix kappingarnar.

Seinni dagurin
Sunnudagin verður tað borgarstjórin í Gøtu, Halldóra Ranghamar, sum setir kappingina. Hesa ferð verða tað pinkur og smágentur, sum fara at kappast. Talan verður um í alt 14 lið, har smágenturnar fara at kappast í fríari seriu, meðan genturnar fara at nýta bóltar. Gentu- og kvinnuliðini hjá Flog og Støkk verða annars gestaliði í hesum kappingunum.
Av teimum seks dómarunum, sum verða til kappingina, hava fýra júst verið og dømt í Danmark, har teir fingu góð skoðsmál eftir Sælandsmeistaraheitið í rútmiskum fimleiki. Dømt verður eftir tøkniliga og listarliga førleikanum hjá fimleikarunum, eins og framførslan sum heild skal metast. Hartil eru reglurnar broyttar nakað í ár, soleiðis at tað er møguligt hjá liðunum at fáa bonus-stig fyri fríu seriuna.
Tey trý fremstu liðini í kappingini fáa heiðursmerki fyri hvørja seriu sær, og sjálvandi verða steyp eisini latið samlaðu vinnanandi liðunum.
Báðar dagarnar byrja kappingarnar kl. 15.00, og er kostnaðurin fyri ávíkavist vaksin og børn 80 og 10 kr.