Árligi skúlaleiðarafundurin verður í morgin

Fríggjadagin verður árligi skúlaleiðarafundurin. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fer á fundinum at leggja fram sínar ætlanir um broytingar í fólkaskúlalógini. Broytingarnar hava millum annað til endamáls at útvega landsstýriskvinnuni víðkaðar heimildir til í samráð við kommunurnar at seta í verk menningar- og royndarvirksemi, soleiðis at til ber við skúlasamstarvi at gagnnýta tímajáttanina til skúlarnar betur og menna fakliga førleikan hjá lærarunum.

Á fundinum fáa skúlaleiðarar høvi til at skifta orð við landsstýriskvinnuna um ymisk viðurskifti í fólkaskúlanum m.a. tey átøk og broytingar, sum arbeitt verður við.

Landsstýriskvinnan vísir á, at, skúlaleiðararnir hava ein avgerandi leiklut í menningini av fólkaskúlanum, og tí hevur árligi fundurin við hesar lyklapersónar ómetaliga stóran týdning.