Uppsøgn
Árni Dam hevur nú sagt upp á Skipafelagnum.
Hann hevur arbeitt á Skipafelagnum í 44 ár og meiri enn nakar annar, hevur hann verið ímyndin av hesum aldargamla felagnum.
Men nú hevur so hann kortini sagt seg úr starvi og er farin til hús.
Tað sama gjørdi øll hini trý fólkini, sum arbeiða á deildini hjá Árna Dam.
Hetta er deildin, sum hevur við útlendsk skip at gera.
Hóast hann er farin til hús, er hann tøkur, skuldi okkurt serligt stungið seg upp.
Hann leggur dent á, at Skipafelagið hevur verið heimsins besta arbeiðspláss.
Hann er eisini fáorðaður um uppsøgnina. Men hann viðgongur kortini, at ein orsøk til uppsøgnina, er, at Skipafelagið nú er selt Eimskip.
Hóast Árni Dam situr í nevndini í Skipafelagnum, visti hann nevniliga als onki um ætlanina at Selja Skipafelagið til Eimskip.
? Eg visti ikki av nøkrum, fyrrenn avtalan var klár at skrivað undir, sigur hann.
Tað heldur hann er løgin framferð, tí hann sat í nevndini í Skipafelagnum.
Men hann sigur eisini, at hann er eisini hart ímóti, at Eimskip skuldi sleppa at yvirtaka Skipafelagið.
?Skipafelagið er eitt gamalt felag og eg haldi, at tað skuldi víst rygg og verðið verandi eitt felag fyri seg sjálvt, sigur hann.
? Annars eri eg komin upp í árini. Samstundis eru nógv ung fólk í felagnum, so tað var kanska bara ein spurningur um tíð, áðrenn eg bleiv uppsagdur, sigur hann.
Àrni Dam fylti 68 ár sunnudagin, so hann heldur, at sum so er onki løgið í, at hann fer úr starvi nú. Og tað hevði heldur ikki verið løgið um hann varð uppsagdur, so at onkur yngri slapp framat.
Byrja møguliga sjálvir
Sum sagt hava øll hini trý fólkini á deildini, sum avgreiðir útlendsk skip, eisini sagt upp.
Tað hevur ljóðað, at tey fýra nú ætla at byrja fyri seg sjálvi og at stovna eitt felag at avgreiða tey útlendsku skipini, sum Skipafelagið fyrr hevur avgreitt.
Àrni Dam sigur, at ongin avgerð er tikin um tað, men at tey kanna málið.
Og tað eru útlit til, at stovna tey egið felag at avgreiða útlendsk skip, fara tey at fáa nóg mikið at gera, tí Skipafelagið hevur avgreitt eini 600 útlendsk skip um árið hesi seinastu árini.
Av teimum hava eini 400 skip verið russisk og hini hava verið úr ymsum londum.
Men hann vísir á, at føroyska samfelagið er við at missa nógvar inntøkur av fremmandum skipum, tí reglarnar eru so óliðiligar.
? Nógv skip koma til Føroya at lossa vøru, sum skal víðari til onnur lond.
? Allur fiskur, sum verður uppskipaður í Føroyum, skal um eina bip-støð.Tað er eitt krav frá ES.
Sjálvt triðjalandsfiskur, sum kemur upp á land í Føroyum og sum skal sendast víðari til onnur triðjalond, skal um eina bip-støð.
? Enntá grønlendsk skip, sum leggja fisk upp í Føroyum, skulu bippa vøruna inn, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi.
? Hetta er alt ov tvørligt og óliðiligt og er við at forkoma okkum hendan inntøkumøguleikan, sigur Árni Dam.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Skipafelagnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.