Árni Helmsdal 50 ár

Sunnudagin 17. august fór Árni Helmsdal í Odense um tey hálvt hundrað.

Mong munnu komast við navnið, sum í mong ár hevur skrivað kveikjandi greinar við andaligum boðskapi á baksíðuni á Oyggjatíðindum.
Árni Helmsdal er havnarmaður. Foreldrini vóru Olivia og Mikkjal Helmsdal. Hon var úr Miðvági, og hann var úr Leynum. Eftir kríggið búsettust tey í høvuðsstaðnum, og tey fingu seks børn: Kári, Tordis, Ingi, Finnur, Árni og Jón, sum druknaði í ánni dygst við húsini, har tey búðu, í 1961, tá ið hann var knappliga tvey ára gamal.,
Árni gekk í realskúla í Hoydølum, og hann leyk studentsprógv í Sorø. Árni fór undir víðari lestur í Århus, har hann tók læraraprógv í 1980. Hann var í nøkur ár lærari á kristnum frískúla í Odense, og síðani fór hann undir víðari lestur. Í Odense hevur Árni tikið HD, og hann hevur í mong ár arbeitt innanfyri A kassarnar, har hann hevur fingist við at vegleiða teimum, sum hava verið arbeiðsleys, soleiðis at tey kunnu finna innihald og meining við gerandisdegnum, um tey so aftur eru komin á arbeiðsmarknaðin ella ikki.
Árni er giftur við Vibeke. Hon er ættað úr Brønshøj. Mamman var úr Leirvík. Vibeke og Árni gingu á læraraskúla í Århus í senn, og Vibeke er framvegis lærari. Tey eiga fýra børn: Andreas, Amalia Asbjørn og Annfinn.
Árni hevur verið virkin í kristiligum arbeiði øll útisetaárini. Hann hevur havt serligt hjartalag fyri ungum føroyngum, sum eru komnir til Århus og Odense at lesa og læra. Hann hevur havt ábyrgdina av bíbliutímum fyri føroyingum, og tey eru mong, sum kunnu skriva undir uppá, at Árni hevur sýnt satt hirðahjarta fyri teimum, eisini eftir at tey aftur eru flutt til Føroya.
Árni hevur altíð gjørt nógv við at skriva. Umframt teigin í Oyggjatíðindum, sum hevur verið ikki sørt originalur, men sum altíð hevur havt serligan boðskap, hevur hann luttikið nógv í almenna orðaskiftinum, m.a. við lesarabrøvum í donsku pressuni. Hann hevur skrivað um føroysk viðurskifti, um kristilig viðurskifti, og hann hevur ikki minst kent ábyrgd fyri at verja tey minni mentu og m.a. víst á týdningin av, at tey, sum frá Skaparans hond eru brekað, fáa sømilig kor og verða mett og viðfarin, sum tað sømir seg øllum menniskjum. Áhugin fyri hesum síðst nevnda man ikki minst vera komin av, at næstyngsti sonurin, Asbjørn, er mongol.
Árni hevur verið óførur brævskrivari. Páskabrøvini hava verið tiltikin. Tey hava verið rúgvismikil, og tey hava verið djúp. Árni er føroyingur í Danmark, og hann hevur stóran áhuga fyri øllun tí, sum er føroyskt og hevur við Føroyar at gera. Hann og familjan hava ofta vitja hendanvegin, og ivaleyst eru tey mong, sum heilsa honum, nú hann er farin um tey fimmti.