Ørnin helt avtalurnar

Sannførandi sigurin á Fjarðastevnu var staðilig uppreisn eftir einstaka kiksaran á Jóansøku

Tað var púra óvæntað, tá ið Ørnin ikki kom fyrst á mál á Jóansøku í Vági. Gongdin í trimum teimum fyrstu kappingunum var, at sigrarnir gjørdust alt meiri sannførandi. Og so var tað, at Ørnin á Jóansøku varð tikin av Sílinum.
                      Í Vestmanna var yvirhøvur eingin ivi. Ørnin var millum teir fremstu beinanvegin. Eftir startspurtin løgdu tær úr Sandavági seg framum fleiri bátar, sum vóru í tættari kapping um næstfremsta plássið. Á málinum var Ørnin meiri enn leys av teimum næstu.
                      Kappingina um næstfremsta plássið vann Jallurin, sum var ein skut frammanfyri Rituna og Sílið.
                      Eingin ivi var umborð á Ørnini um, hví sigurin í Vestmanna var so sannførandi, og hví tað ikki hilnaðist so væl í Vági:
                      - Hesa ferð hildu vit alla tíðina avtalurnar, sum vit hava innanhýsis. Tað gjørdu vit ikki í Vági. Hesa ferð gjørdu vit tað, sum vit hava arbeitt okkum fram til undir venjingunum, og tað var stóri munurin millum sigurin hesa ferð, og tá ið vit ikki vunnu í Vági, søgdu tær á Ørnini eftir fjórða sigurin í ár.
                      Ørnin hevur nú 33 stig, meðan Sílið, sum stóð seg minni væl í Vestmanna, hevur 25 stig. Eingin annar kann røkka Ørnini uttan Sílið. Átta stig eru millum tveir teir fremstu bátarnar, og harvið skal tað vita sera illa við hjá Ørnini, um tað ikki skal eydnast at vinna FM heitið í heimasjógvi nú leygardagin.