Robert Mohr Poulsen til minnis

Hósdagin 11. februar andaðist Robert Mohr Poulsen, Tórshavn 78 ára gamal. Hann var føddur 11. september 1920 í Fuglafirði. Foreldur hansara vóru Mourentsa f. Mohr og Johan í Toftum, skipari í Fuglafirði

Um tað mundið Robert fer í læru hjá Hans B. Arge, smiðjumeistara úti í Grind í Havn, hevði pápin keypt hús og trøð í Havn og tey vóru tá flutt til Havnar.

Robert var ein teirra, sum tók tey tungu tøkini, tá harðast leikaði á í stríðsárunum 1940-45.

Hann legði út á hav, tá hann nóg illa hevði fingið prestsins hond á høvdið. Knappliga 14 ára gamal fór hann við sluppini »Guide Mee«, sum pápin, Johan í Toftum førdi. Robert hevur fortalt, at pápin var harður við seg, »men tá eg sjálvur so fegin vildi til sjós, ja so skuldi eg sleppa, men so skuldi eg so sanniliga eisini arbeiða sum aðrar menn - og soleiðis bleiv tað«. Ta ferðina - í 1934 - fiskaðu teir undir Íslandi við snøri, fóru úr Føroyum 20. mars og vóru heima aftur um 20. september - fortjenastan var 340 krónur.

Afturkomin fer Robert í smiðjulæru hjá Hans B. Arge, smiðjumeistara. Mangan hevur Robert talað um lærumeistara sín og konu hansara, sum hann hevði stóra viðring fyri. Seinri tók hann handverkaraprøvan í Keypmannahavn.

Tríatiárini í Føroyum vóru trong í so mongum, so tað munaði væl, at Robert slapp til sjós teir 3 summarmánaðarnar í læruárunum, so hann kundi vinna sær nøkur oyru eyka og tað kom væl við hjá lærudreingi í Havn tá.

Robert var í læru sum jarnsmiðjur, tá kríggið brast á; ei er at undrast , at ikki allir vóru so fegnir at fara til sjós, vandasigling var burturav. Men longu 24. apríl 1940, sum Danmark vóru hertiknar av Týskinum 9. apríl og Føroyar av bretum 11. apríl, mynstraði Robert sum kyndari. Tá hann hevði verið umborð 6 mánaðir, fer hann á Navigasjónsskúla í 7 mánaðir - so aftur til sjós, hesaferð við trolaranum »Norðbúgvanum«. Tá »Norðbúgvin« so verður lagdur fyri teym eitt skifti, fer hann við trolaranum »Tór II« - og tá »Tór II« verður lagdur fyri teym eitt skifti, fer hann aftur við »Norðbúgvanum«, sum tá fór til fiskiskap. Hetta var í harðastu krígsorrustu á Norðurhøvum. Mesta av tí, føroyingar tá seldu á bretska marknaðinum, var fiskur teir keyptu úr Íslandi og førdu á marknaðin, serliga í Aberdeen og í Fleetwood. Robert var kyndari við »Sjóborgini « í 1941 og við »Skálabergi« í 1944.

At hann so títt skifti hýru, var tí at trolararnir í millumbilum vóru lagdir fyri teym. Robert var við »Tór II« túrin beint frammanundan trolarin var torpederaður av týskinum undir Íslandi og fórst 7. september 1942 og somuleiðis túrin beint frammanundan »Sjóborgin« fórst 13. august 1941.

Í 1941 og 1942 fórust ávikavist 47 og 48 mans á sjónum og hesi árini mistu føroyingar ávikavist 12% og 7% av samlaðu skipstonasjuni av krígsávum.

Krígsárini vóru ein svørt tíð hjá føroyingum at balast á høvunum millum spreingiknøttar, torpedoir og úr luftini bumbum, helt Robert fyri. Sjálvur var hann fyri løsti, tá »Sjóborgin« í 1941 var álopin av flúgvara.

Seinni tók Robert motorpassaraprógv og var nú fleiri ár sum motorpassari við strandfaraskipum, bæði hjá Mjólkaforsýningini og Strandferðslu Landsins, seinni var hann eisini til skips. Seinnu arbeiðsárini til Robert gavst at arbeiða fyri aldur, var hann í vinnu hjá kommununi. Tað var næstan ikki tað, hann ikki megnaði. hegningur og arbeiðssamur sum hann var.

Robert var fakfelagsmaður, hann var nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag í fleiri ár. Ikki minni var hann politiskt virkin, og at hann var javnaðarmaður, duldi hann ongantíð fyri, altíð stríðsfúsur tá tað galt flokkin. Hann var í floksleiðsluni í fleiri syftum, sum álitismaður var hann óførur, og altíð var hann við í politiska orðaskiftinum.

Vit, sum kendu Robert, takka honum fyri trúfesti; har vóru eingi mørk, tá hann metti tað vera rætt at taka eina hond í, soleiðis var hann í øllum hann var uppií.

Frið lýsa vit yvir minnið um Evald Robert Mohr Poulsen.


jl.