Robinson-Morten heldur møtir í Føroyum

Morten Josefsen, eisini kendur undir heitinum Robinson-Morten, kom fríggjadagin til landið at halda møtir. Tað er Heimamissións Ungdómur, sum hevur fingið ferðina í lag

Stefan í Skorini


Morten Josefsen gjørdist kendur um alt tað danska ríkið, tá ið hann í fjør var við í sendingini Robinson Ekspeditionen hjá TV 3. Robinson Ekspeditionen er í stuttum, at ein bólkur av fólki fór út á eina oydna oyggj, har tey skuldu royna at lívbjarga sær. Morten gjørdist kendur fyri at verða ein persónliga trúgvandi, og tað kom eisini til sjóndar í sendingini, har hann hevði Bíbliuna við sær út á oynna.

Morten lesur gudfrøði, men hevur tað seinasta hálva árið ferðast runt sum fulltíðar fyrilestrarhaldari. Hann hevur havt fyrilestrar um Robinson Ekspeditiónina, men eisini fyrilestrar um kristindóm. Nú gongur leiðin so til Føroyar at halda møtir.

Tað eru Bárður Kass Nielsen og Raymund Langgaard úr Heimamissións Ungdómi, sum hava sett seg í samband við Morten og hava fingið ferðina í lag. Teir sendu eitt t-bræv til Morten, har teir fregnaðust, um tað mundi bera til hjá honum at koma til Føroya, og hesum var hann sinnaður í.

- Eg eri ógvuliga spentur at koma til Føroyar, av tí at eg ongantíð havi verið her fyrr, sigur Morten.

Serliga er tað tann stórsligna føroyska náttúran, sum Morten gleðir seg at síggja, men eisini gleðir hann seg at møta nógvum nýggjum fólki, sum fara at koma til hansara møtir. Hann leggur stóran dent á, at øll eru vælkomin til hansara møtir, óansæð um tey eru trúgvandi ella ikki.

- Eg vænti, at munur er á dønum og føroyingum, men tað verður spennandi hjá mær at síggja hvørjir hesir munir eru, svarar Morten til spurningin, hvat hann væntar sær av ferðini til Føroya.


Vónar at fáa nøkur góð møti

Tað, sum er mest umráðandi við ferðini hjá honum, eru sjálvsagt møtini. Morten væntar eisini, at vera við til at hava nøkur góð møti her í Føroyum, bæði í Havn og í Klaksvík.

- Eg vóni, at tey, sum koma á møti, uttan mun til um tey trúgva á Jesus, fara at uppliva, at hann er til, og at Gud ynskir at vera Gud fyri okkum menniskju, greiðir Morten Josefsen frá.

Morten skal hava seks møtir í Føroyum. Hetta vikuskiftið verða møtini uppi í ítróttarhøllini á Hálsi, mánadagin og týsdagin verða møtini í Meinigheitshúsinum í Havn og mikudagin gongur leiðin norð til Klaksvíkar, har møti verður í KFUM og K. Øll møtini verða klokkan átta, men sunnudagin verður møti klokkan seks.

Eitt av evnunum, sum verður viðgjørt á møtunum, er gleðin við at trúgva á Jesus. Morten leggur sera stóran dent á, at trúgvandi kunnu vísa gleði við at trúgva. Onnur evni, sum verða viðgjørd, eru Guds frælsi, sum hann gevur teimum, ið trúgva, og eisini fer Morten at tosa um at hava eitt tætt samband við Gud.


Royndir úr Robinson Ekspeditiónini

Spurdur um hann fer at nýta royndir, sum hann fekk í Robinson Ekspeditiónini, er svarið, at hann fer ikki at halda nakran Robinson-fyrilestur, men at hann fer at taka nakrar av royndunum frá oynni við í sínar talur. Sum dømi nevnir hann, hvussu hann upplivdi, at Gud var við honum á oynni. Møtini verða kallað ekspeditións-møtir, so tað er upplagt, at ymiskt viðurskifti frá oynni verða tikin við í talurnar.


Gud sparkar reyv

Á heimasíðuni hjá Morten hevur hann eitt slagorð, sum sigur: "Gud sparker røv". Fleiri hava tikið sær hetta slagorðið nær, men Morten vísir á, at tað er bara fyri at skapa áhuga fyri hansara møtum og fyrilestrum, at hann nýtir eitt slíkt slagorð.

Hetta slagorð hevur tveir týdningar. Annar er, at tá ið Gud kemur ov nær kann tað henda at vit fáa ilt, av tí at hann vil gera okkum í stand. Hin týdningurin er, at tá ið vit fáa eitt spark í endan, verða vit sett í rørslu frameftir, og tað er tað, sum Gud vil við okkum, sigur Morten á heimasíðu sínari.


Stórt PR-arbeiði

Fyrireikararnir av møtunum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at gera hetta tiltakið kent millum manna. Millum annað eru eini túsund plakatir prentaðar, og tær hanga runt um í landinum. Eisini koyrir ein býarbussur runt við Robinson-Morten á síðuni.

Eisini vænta fyrireikararnir nógv fólk til møtini. Serliga í vikuskiftinum, har ítróttarhøllin er leigað til endamálið.

Sera nógvur tónleikur verður á hesum møtunum, og nakrir av teimum kendastu gospelbólkunum fara eisini at seta sín dám á møtini. Fyrireikararnir siga, at møtini eru serliga ætlað ungum fólki, og tí hevur tónleikur ein stóran leiklut á møtunum. Millum kendastu nøvnini, sum verða við eru I AM og Magni Christiansen. Eisini luttaka ungdómskórið VOX úr Eysturoynni, MMM, Adonja og Chorus.