Hetta hendi tó í 3-1 sigrinum hjá Tottenham móti Watford.
Jemaine Jenas hevði lagt Tottenhavm framum við einum máli stutt fyri steðgin.
Stutt inni í øðrum hálvleiki, varnaðist Tottenham málmaðurin Paul Robinson, at Ben Foster í Watford málinum var farin dekan ov langt út á vøllin. Robinson, ið júst tá skuldi taka eitt fríspark, tók møguleikan og buldraði til bóltin, ið fleyg uppi yvir høvdinum á neyðars Foster og beint í málið.
Fyri Robinson, ið er fyrsta val millum stengurnar á enska landsliðnum, er hetta ein gyltur møguleika at prika Foster, ið er annað val millum stengurnar hjá Onglandi. Men við Soccernet, sigur Robinson, at hann ongan áhuga hevur í at prika til sín eykamálmann. Hetta tykist eisini skilagott, tí Robinson veit sjálvur hvussu beiskt eitt tílíkt mál kennist. Í fjør var hann fyri eini líknandi hending í dysti móti Kroatia.
Stutt fyri dystarlok fekk Hossam Ghaly lagt Tottenham framum 3-0. At Darius Henderson fekk pyntað um úrlitið til 3-1, gjørdi hvørki frá ella til við ein tryggan Tottenham sigur.