Rockrøddin er tagnað

Hann eigur eina tað kendastu røddina í rocktónleikinum, men farna vikuskiftið doyði Ronnie James Dio 67 ára gamal. Dio var sangari í kendum rockbólkum, men fyrsta ljóðførið, hann spældi, var ein trumpet

10 ting um Ronnie James Dio:



Ronald James Padavona var føddur í 1942 í býnum Portsmouth í New Hampshire. Hann var einabarn í einari italskari familju


Hann var uppfostraður sum katolikkur, men hann var illa nøgdur við tann partin av uppvøkstrinum.


Í 1988 fekk hann eina gøtu í heimbýnum uppkallaða eftir sær – Dio Way


Fyrsta ljóðførið, hann spældi á, var ein trumpet. Seinni spældi hann eisini bassgittar, áðrenn hann kom á rætta hill sum sangari.


Fyrsti sangurin við Dio sum sangara varð útgivin í 1958.


Hann fekk sær navnið Dio eftir mafia-liminum Johnny Dio og brúkti fyrstu ferð navnið í 1961


Eftir at hann gavst sum sangari í Rainbow í 1979, fór hann upp í Black Sabbath, har hann avloysti Ozzy Osbourne.


Dio var kendur fyri at gera rock-heilsanina við peikifingrinum og lítlafingrinum kenda.

Dio giftist fyrstu ferð í 60’unum, men varð seinni skildur. Hann giftist aftur við Wendy Galaxiola, sum eisini var umboðskvinna hjá honum. Tey vóru framvegis gift, nú Dio doyði.


Dio var sjúkur av krabbameini í maganum og doyði av hesum um vikuskiftið