Róðrarfestivalur í apríl

Róðrarsamband Føroya skipar fyri róðrarfestivali fyri rógvarum sum skulu rógva í FM kappingini 2014.

Róðrarsamband Føroya skipar fyri róðrarfestivali fyri rógvarum sum skulu rógva í FM  kappingini  2014.

 

Festivalurin verður hildin í Leguhúsinum í Nesvík  11.-12. Apríl. 

 

Á skránni verður millum annað: 

 

Krops venjing

Sálarlig venjing

Ráðgeving til róðursmenn

Kostráð

Fyrstahjálp

Doping

Undirhald o.a.

 

Endamálið er at menna stuttleikan og samanhaldið  í kappróðrinum, samstundis sum rógvarir og róðursmenn  fáa høvi til at møtast uttanfyri kappingar, og nema sær kunnleika í samband við kappróður.

 

Róðrarsamband Føroya vónar at rógvarir kring landið taka væl ímótið hesum frálíka tilboði, tí vit ynskja at koma nærri manningunum,  og harvið standa saman um at uppbyggja okkara tjóðarítrótt.

 

Festivalurin byrjar kl. 18:00 fríggjakvøldið og endar leygarkvøldið kl. 18:00