FC Barcelona hevur keypt spanska miðvallaran Rodri úr Manchester City.
Hin 30 ára gamli spælarin hevur skrivað undir sáttmála við katalanska stórfelagið, sum er galdandi til 30. juni 2030.
Rodri varð týsdagin alment sýndur fram sum nýggjur Barcelona-spælari. Á framløguni segði hann, at menningin hjá felagnum var ein av orsøkunum til, at hann valdi Barcelona.
– Barcelona er vaksið nógv seinastu árini. Felagið hevur vunnið sponsku landskappingina tvey ár á rað og er nær við at vinna Champions League, segði Rodri sambært El País.
Rodri kemur til Barcelona eftir sjey ár í Manchester City. Hann hevur verið ein av týdningarmestu spælarunum hjá enska felagnum og var við til at vinna bæði Premier League og Champions League.
Í 2024 vann hann Ballon d’Or sum heimsins besti fótbóltsspælari.
Hann var eisini á spanska landsliðnum, sum vann heimsmeistaraheitið í summar. Rodri varð valdur til besta spælara í HM-kappingini eftir finalusigurin á Argentina.
Í Barcelona verður hann millum annað liðfelagi hjá danska landsliðsverjuspælaranum Andreas Christensen, sum í summar longdi sáttmálan við felagið til 2028.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
















