Rodrigo aftur til KÍ

Brasilski áleyparin, sum spældi við KÍ í 2008, skal nú aftur royna seg í Klaksvík

 

 

Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, váttar fyri Norðlýsinum, at avtala er gjørd við Rodrigo Goncalves de Oliveira Lopes – tað er fulla navnið, um at hann kemur til royndarvenjingar í Klaksvík í komandi viku.

 

- Tað eru nøkur ár síðani, at hann var hjá okkum, so vit mugu síggja, hvussu hansara støða er. Men Rodrigo hevur líka síðani hann fór í 2008 altíð varðveitt góða sambandið við klaksvíkingar. Vit vóru væl nøgdir við hann í 2008, so nú fáa vit at síggja. Vit eru eisini samdir við Rodrigo um treytirnar í einum møguligum sáttmála, men fyrst vilja vit síggja, hvussu hann er fyri og um hann kann gera ein mun. Vit hava valt at gjørt hetta, tí vit halda, at kanska manglar liðnum alternativir í álopspartinum, har hópurin kanska er nakað tunnur, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

 

Rodrigo spældi við KÍ í 2008, tá hann skeyt 11 mál í 24 dystum. Talan er um sterkan og skjótan áleypara, sum eisini er sera væl fyri tekniskt. Í fyrsta umfari verður talan um venjingar, har leiðsla og venjarar hjá KÍ kunnu meta um spælaran, og gongst eftir ætlan, verður sáttmáli undirskrivaður við Rodrigo, sum í dag er 32 ára gamal.